Fótbóltur

B36 greiddi setningin á Argjum

Heimaliðið kom á odda, men B36 syrgdi fyri, at tey trý stigini og oddasessurin komu við yvirum brúnna. Liðið hjá Jákup á Borg hevur framvegis fult stigatal ímóti liðum úr niðaru hálvu á stigatalvuni.

B36 stríddi seg til ein tepran sigur á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)

B36 stríddi seg til ein tepran sigur á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-25 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 skuldi í dag byggja uppá eftir frálíka sigurin í Klaksvík mikukvøldið. Árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum skuldi eisini spæla við trýstinum, ið varð lagt á beint frammanundan: NSÍ hevði lagt seg frammum B36, og KÍ og HB høvdu otað seg nærri. Hjá B36 var Erling Dávidsson framvegis ikki við, og Magnus Holm Jacobsen sat úti við leikbanni.

AB hevur luft niður til niðurflytingarpláss, og gjørdi tað sera trupult fyri NSÍ fyrsta tíman á Argjum fyri viku síðani. Heimaliðið var nakað skert, men kom á odda tá Bárður Olsen sendi eitt fríspark í málið longu eftir sjey minuttir. Tað merkisverda var, at tað varð skotið næstan frá miðjum vølli út ímóti síðulinjuni til vinstru. Tað var hart, og eingin kom á bóltin, og hann fór út í longra málhorn. Bjarki Nielsen vildi verða við, at hann líka snittaði bóltin. Hetta gjørdi sum so ongan mun, men Bjarki verður møgliga skrásettur fyri málið. 

Myndir: AB - B36

B36 skuldi nú reisa seg eftir skelkin, og eftir eitt langt innkast úr vinstru datt bólturin til Michal Pryzbylski ið, staddur stutt inni í brotsteignum nakað til høgru, hálvfluktaði bóltin í longra málhornið. Eitt flott og umráðandi mál hjá B36 ið royndi at seta seg á dystin. AB leikti tó ein góðan 1. hálvleik, og tað vóru støður báðar vegir. 

[object Object]
(Brian Jakobsen gjørdist hetjan hjá B36 í dag - Mynd: Sverri Egholm) 

Tíðliga í 2. hálvleiki legði Brian Jakobsen B36 á odda og á sigurskós. Hetta var fyrsta málið hjá Briani síðani 17. mai. Áleyparin hevur drigist nakað við skaða, men øll hansara fimm mál í ár hava verið sera virðismikil fyri B36. Útiliðið spældi væl til tíðir, og kom eisini í fleiri góðar støður men fekk ikki stongt hurðina. Serliga var møguleikin hjá Stefani Radosavljevic í 88. minutti, ið kom eftir sera gott forarbeiði av Árna Frederiksberg í høgru, sera stórur. Í yvirtíðin var nær við at ganga galið hjá liðnum hjá Jákup á Borg. AB var ágangandi í dag og stríddist til endans, og í 92. minutti kom bólturin til Bjarka Nielsen stutt uttan fyri málteigin. Hans Jørgensen bjargaði tó væl, og B36 er aftur oddalið.

Hetta var 13. dystur á rað uttan ósigur hjá B36. Liðið hevur vunnið 12 útav 12 dystum ímóti liðum, ið liggja í niðaru hálvu - tríggir av hesum sigrunum eru komnir ímóti AB.    

Betrideildin 20. umfar
25.08, Inni í Vika
AB - B36 1-2 (1-1) 
8' Bárður Olsen 1-0
14' Michal Pryzbylski 1-1
48' Brian Jakobsen 1-2

AB: Tobias Brogaard Larsen - Heri Hjalt Mohr, Sørin Samuelsen, Leivur Holm Joensen, Beinir Henriksen - Mikkjal T. Hentze (75' Rógvi Poulsen), Bárður Olsen (L) - Jónas Stenberg (60' Tóki á Lofti), Lukas Giessing, Filip í Liða (85' Ragnar Skála) - Bjarki Nielsen

Venjari: Sorin Anghel

B36 (4-2-3-1): Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen (L),Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski (72' Lukasz Cieslewicz), Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Benjamin Heinesen (61' Hugin Samuelsen) - Brian Jacobsen (86' Hannes Agnarsson)

Venjari: Jákup á Borg

Dómari: Dagfinn Forná

Fyrr í dag: 

HB - Víkingur 3-1 (0-1)
26' Andreas Lava Olsen 0-1
57' Adrian Justinussen 1-1
74' Adrian Justinussen 1-2 (br.)
83' Adrian Justinussen 1-3

NSÍ - Skála 2-1 (1-0) 
36' Klæmint A. Olsen 0-1
76' Klæmint A. Olsen 0-2
87' Heðin Klakstein 2-1

EB/Streymur - KÍ 0-1 (0-1)
37' Páll A. Klettskarð 0-1

ÍF - TB 1-1 (1-1)
26' Eirikur Ellendersen 0-1
38' Gundur Petersen 1-1


Støðan: 
1. B36 (47 stig) 20 dystir
2. NSÍ (45 stig) 19 dystir
3. KÍ (42 stig) 19 dystir
4. HB (41 stig) 20 dystir
5. Víkingur (38 stig) 20 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 20 dystir
8. AB (11 stig) 20 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 20 dystir
10. ÍF (6 stig) 20 dystir

21. umfar
Komandi sunnudag (1/9):
KÍ - HB
Víkingur - ÍF
TB - AB
B36 - Skála
NSÍ - EB/Streymur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder