
Trý tap, fýra javnleikir og ein sigur - harafturat ein sigur uppá brotssparkskapping. Hetta er úrtøkan hjá føroysku liðunum eftir fyrstu átta dystirnar í evropeiskum fótbólti í ár.
Bæði B36 og KÍ spældu seg víðari frá Preliminary Round í Evropa League. Harvið vunnu tey sær rættin, at spæla í fyrsta undanumfarið í kappingini. Bæði spældu á heimavølli í Gunadali í fyrra dystinum. B36 fekk 0-0 javleik ímóti OFK Titograd Podgorcia úr Montenegro. KÍ tapti 2-1 fyri Zalgiris Vilnius út Litava. Sigurðsmálið kom í yvirtíðini.
Víkingur er sum føroyamestari við í Champions League. Víkingur spældi ímóti finslu meistarunum á Svangaskarði týskvøldið, og eins og hjá KÍ so gjørdist talan um 1-2 ósigur. NSÍ kom inn í 1. undaumfar í Evropa League. Steypavinnararnir taptu heili 6-1 í Edinburgh fyri Hibernian.
Úrslitið hjá NSÍ ger, at tað er bert æran og møgulig stig til føroyskan fótbólt, ið er uppá spæl á Svangaskarði hóskvøldið. Víkingur og KÍ skulu skora minst tvey mál á útivølli ímót liðum, ið síggja út til at vera sterkari enn føroysku liðini. Tað visur styrkismetingin hjá UEFA eisini. Møguleikin er tó til staðar. Víkingur sleppur í hvørtfall at royna seg í Evropa League, um tað ikki eydnast ímóti HJK Helsinki.
Tað er tó B36, sum í størsta mun kann hugsast at vinna seg víðari hesa vikuna, hóast tað verður torført. Millum annað veddingarfyritøkur meta, at B36 hevur ein rímiligan møguleika. Liðið hjá Jákup á Borg spældi ein góðan dyst í Gundadali, og Titograd fekk ikki nakað útivallarmál við sær. Deildin í Montenegro er styrkismett sum nummar 44 í Evropa; sjey pláss frammanfyri tí føroysku.
Hópurin hjá B36 fór longu avstað leygardagin, og fyrireikar seg nú í Montenegro. Tað er heitt nú, og tað verður heitt í Podgorcia komandi dagarnar. Dysturin liggur tó ikki fyrenn rímiliga seint um kvøldið.
Portalurin verður til staðar í Vilnius í Litava, og vit hava tilfar um allar fýra dystirnar komandi dagarnar.
Champions League fyrsta undanumfar, seinni dysturin:
Týsdagin 17/7 (í morgin):
17.00: HJK Helsinki - Víkingur (2-1)
Evropa League fyrsta undanumfar, seinni dysturin
Hósdagin (19/9):
18.00: Zalgiris Vilnius - KÍ (2-1)
19.30: OFK Titograd Podgorcia - B36 (0-0)
19.45: NSÍ - F.C Hibernian (1-6)
(Allar klokkutíðirnar eru føroyskar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald