B36 gjørdist í fjør fyrsta føroyska felagið, sum spældi seg víðari í evropeiskari kapping, eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum eftir fyrra dystin. Borac Banja Luka vann 2-0 í fyrra dystinum í 1. umfari, tá B36 vitjaði í Bosnia & Hersegovina, men eftir hattrikk frá Magnusi Egilsson og brotssparkapping spældi B36 seg víðari.
Nú skal B36 gera nakað líknandi. Hesa ferð er tað tó á útivølli, at seinni dysturin er, og í nógvum hita og á grasi, móti liði úr nakað sterkari deild enn tí bosnisku, so er uppgávan er á pappírinum væl truplari enn í fjør.
Í B36-leguni hava teir tó ongar ætlanir um at fara til Kroatia at sóla sær. Hetta varð sligið fast hóskvøldið. Man fer at gera so nógv sum gjørligt fyri at venda 1-3. Á Tórsvølli eydnaðist dystarætlanin væl í fyrra hálvleiki, har B36 helt HNK Riejka frá tí mesta og legði seg á odda við góðari umstilling. Síðani kom útiliðið tó í gongd við brotssparki, ið ikki burdi verið dømt.
Sí eisini:
Jann Benjaminsen: - Vit trúgva uppá tað enn
Dan Brimsvík: - Føla tað verður tikið frá okkum enn
Í seinna hálvleiki var útiliðið greitt omaná og skoraði eftir tveir deyðbóltar. Hóskvøldið snýr tað seg um hjá B36 at royna at fáa fyrsta málið aftur - so er alt opið.
Hetta er annað árið á rað, at liðið hjá Dan Brimsvík er í 3. umfari í UEFA Europa Conference League. HNK Riejka hevur fingið nógv góð evropeisk úrslit seinastu árini, og millum annað verið í bólkaspælinum í Europa League nakrar ferðir.
B36-ferðalagið er fyri løtu síðani farið úr Vágunum. Í kvøld verður komið fram í Kroatia. Dysturin er á skránni hóskvøldið 17. august klokkan 19.15 føroyska tíð. Televarpið vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald