
B36 skrivað undir við nýggjan miðverja. Hesum boðaði felagið frá í gjár.
Talan er um 26-ára gamla Thomas Rømo Lillo. Hann hevur spælt fyri Hødd IL síðani 2022. Fyrsta árið var tað í triðbestu deildini, har hann, Jann Benjaminsen og hinir fluttu upp.
Lillo hevði tá spælt beint yvir 70 dystir í triðbestu deildini. Í fjør spældi miðverjin 24 dystir og skoraði tvey mál í OBOS-deildini. Nú flytir hann til føroyska høvuðsstaðin og B36, har Thomas Lillo verður liðfelagið við Jann Benjaminsen aftur. Nýggi spælarin veðrur lýstur á hendan hátt.
- Thomas er ein sera stinnur miðverji. Hann er 1,86 metrar høgur, sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur leikari bæði á og uttanfyri vøllin.
Thomas er ein spælari vit hava verið eftir síðan kappingin endaði. Skjótleikin og tær dygdirnar hann hevur á bóltinum passa sera væl til spælistílin hjá okkum, og eru vit sera glaðir fyri at hann hevur skriva undir her, sigur Dan Brimsvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald