Fótbóltur

B36 gjørt sáttmála við Marius Kryger Lindh

24-ára gamli danski vongurin hevur spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti og hevur staðið fyri nógvum málum hjá AB seinastu tvey árini.

Heimavøllurin hjá Marius Kryger Lindh í 2024 verður í Gundadali (Mynd: Bjarni Enghamar)

Heimavøllurin hjá Marius Kryger Lindh í 2024 verður í Gundadali (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-12-15 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var settur í samband við nøkur feløg eftir kappingarenda - millum annað 07 Vestur - men í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Marius Kryger Lindh fer at hava heimavøll í Gundadali í 2024.

Dagin eftir at HB kunngjørdi sáttmála við spennandi og skjótan útlendskan vong, kunngjørdu grannarnir sín fyrsta nýggja útispælara til hópin næsta ár við videobroti á Facebook-síðu sínari.

Marius Kryger Lindh hevur spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti, hevur skorað samanlagt ellivu mál og hevur eisini lagt upp til tvísiffrað tal. Lindh hevur umboðað AB í 2022 og 2023.

Fyrsta partin av hesum kappingarárinum var hann darvaður av skaða. AB flutti niður, men 24-ára gamli danski vongurin kom fyri seg móti endanum og legði millum annað upp til øll trý málini í 3-2 sigrinum á júst B36 á seinasta leikdegi.

Hetta er ein spennandi álopskendur styrkur hjá B36. Marius hevur góða ferð, er snildur og hevur eitt gott skot. Hann skal eftir ætlan standa fyri nógvum málstigum hjá liðnum hjá Dan Brimsvík, sum endaði á 4. plássi í 2023.

Tøl: FaroeSoccer





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder