Ein sigur í seinastu níggju Betrideildardystunum og nøkur keðilig avrik. Hetta fekk í gjár tí avleiðingina, at Dan Brimsvík ikki longur er B36-venjari.
Sí eisini: Dan Brimsvík søga í B36
Samanlagt gjørdist talan um trý og eitt hálvt sum høvuðsvenjari hjá besta liði barndómsfelagsins. Ungi venjarin fekk hækkað nógv um stigatalið í 2023, í mun til í 2021 og 2022, fekk liðið víðari í Evropa tvær ferðir og gjørt størri íløgur í hópin í vetur.
Hetta hevur tó ikki givið úrslit. Dan Brimsvík, spælarar, toymi og felag vildu vera ein FM-biðil - eftir 12 umfør eru 17 stig upp til Víking og HB, og B36 hevur latið eins nógv mál inn, sum liðið á 8. plássi.
Dan Brimsvík vann steypakappingina í 2021 og kom víðari tvær ferðir víðari í Evropa í bæði 2022 og 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað sær ikki so gott út í sunnaru helvt av Gundadali. Eitt slag av mótloysi hevur verið at sæð í summum dystum í seinastuni, har tað gongst serstakliga illa at vinna fótbóltsdystir. Eisini ímóti 1. deildarliðnum TB í steypakappingini gekk galið (1-0 við Stóra í síðstu viku).
Talan var tó bert um fyrru hálvfinaluna, og B36 hevur framvegis møguleika at avgera alt á heimavølli. Júst steypakappingin og Evropa eru eyka beinini, ið B36 hevur at standa á, fyri at fáa tað til eitt rímiligt kappingarár. Steypagull gevur eisini evropeiskt pláss, og í Conference League í summar er B36 styrkismett - helst tvær ferðir.
Spurningurin er so, hvør skal leiða B36 í hesum stríðnum. Gitingarnar hava verið nógvar seinasta stóra samdøgrið, men eitt navn gongur aftur: Glenn Ståhl.
52-ára gamli sviin var í Føroyum í 2018, 2020 og 2021. Hetta sum høvuðsvenjari hjá TB/FCS/Royn, NSÍ og síðani sum akademistjórin í KÍ. Harvið kennir Ståhl føroyskan fótbólt og stóð seg í løtum heilt væl í bæði Suðuroy og Runavík.
Síðani starvið í Klaksvík í 2021 hevur Ståhl í tveimum førum verið venjari í bestu deildini í Litava eitt stutt skifti og í millum har ein túr í næstbestu deildini í Saudiarabia.
Glenn Ståhl sum ávíkavist høvuðvenjari hjá NSÍ - áðrenn evropeiskan dyst - og sum akademistjóri í Klaksvík eftir at hetta varð sjósett (Myndir: Sverri Egholm)
Sum bolt.fo skrivar, er Glenn Ståhl settur í samband við starvið. Fleiri góðar keldur hjá Portalinum vita at siga, at partarnir høvdu fund yvir alnótina í gjárkvøldið. Einki endaligt er enn komið burtur, sum skilst, men í løtuni tykiskt svenski venjarin í øllum førum er sum fremsti biðilin.
Tað er landsliðssteðgur í løtuni. B36 spælir aftur um tíggju dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald