Fótbóltur

B36-kvinnur styrkja seg við donskum leikara

20 ára gamla Emma Lind Simonsen fer í ár at spæla við B36. Hon kemur úr AB, og hevur spælt nógv í miðverjuni.

Marita Debes Magnussen, forkvinna í B36, og nýggi leikarin, Emma Lind Simonsen (Mynd: B36)

Marita Debes Magnussen, forkvinna í B36, og nýggi leikarin, Emma Lind Simonsen (Mynd: B36)

2024-02-22 11:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár. Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í Aab. Í 2022/23 las hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til Aab.

Hon royndarvandi her í januar, og vit ivaðust ikki eina løtu í, at vit vildu hava Emmu at spæla fyri B36. Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men hon kann spæla á fleiri plássum, sigur B36 um nýggja leikaran.

- Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg, at taka av møguleikanum, sigur Emma Lind Simonsen við heimasíðuna hjá B36.

B36 skal longu í kvøld í eldin í VFF Cup tá HB er mótstøðulið. Landskappingin hjá kvinnunum byrjar 26. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder