Sunnudagin megnaði B36 ikki at gagnnýta sína leikligu yvirvág móti NSÍ og hála inn í stríðnum um 4. plássi.
Steypafinalan er nú besta vónin hjá B36, men liðið hjá Magna Hoseth roynir framvegis sítt fyri at at fáa evropeisk plássið gjøgnum landskappingina.
Í kvøld vann havnarfelagið 3-0 á Dan Brimsvík og hansara monnum í Sørvági. Danir, ið júst Dan Brimsvík heintaði fyri B36 í vetur, skoraðu málini.
Í 18. minutti var tað Anton Søjberg við góðum beinleiðis frísparki, og í 2. hálvleiki skoraði Marius Kryger Lindh tvær ferðir.
Samanlagt tryggur B36-sigur, og nú eru tvey stig upp til NSÍ, sum tó kann økja aftur í morgin, tá ÍF kemur á vitjan. 07 Vestur er framvegis í ongamannalandi.
Betrideildin 23. umfar
Í dag, leygardagin 21. september
07 Vestur - B36 0-3 (0-1)
18' Anton Søjberg 0-1
57' Marius Kryger Lindh 0-2
65' Marius Kryger Lindh 0-3
Víkingur - EB/Streymur 1-0 (1-0)
39' Jørgin Nielsen (Ingi Jonhardsson) 1-0
B68 - KÍ 0-2 (0-1)
9' Sjálvmál 0-1
90 (+1)' Árni Frederiksberg (Páll Andrasson Klettskarð) 0-2
Í morgin, sunnudagin 22. september:
15.00: NSÍ - ÍF
17.00: HB - Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald