Í gjárkvøldið vann B36 seg víðari til 3. umfar í Europa League á sera dramatiskan hátt. Liðið hjá Jákupi á Borg var av álvara niðri í sekkinum tvær ferðir men vann 7-6 á The New Saints eftir brotssparkskapping.
Les eisini: B36 framdi enn eitt evropeiskt bragd
KÍ er eisini í 3. umfari í Europa League, av tí at liðið tapti í 2. umfari í Champions League. Tá lutakast til umfarið var 31. august gjørdist greitt, at KÍ skal spæla á heimavølli móti meistarunum úr Georgia ella Wales, og at um B36 megnaði at spæla seg víðari úr 2. umfari, ið liðið megnaði í gjár, so var ein túrur eystureftir á skránni.
B36 skal spæla ímóti vinnaranum av CSKA Sofia - BATE Borisov, og líkamikið hvør vinnarin verður har, so verður talan um eina sera torføra uppgávu fyri B36. Dinamo Tbilisi er stórfavorittur í Wales í kvøld.
18.00:
Connah's Quay - Dinamo Tbilisi (Vinnarin møtir KÍ á Tórsvølli í komandi viku)
CSKA Sofia - BATE Borisov (Vinnarin tekur ímóti B36 í komandi viku)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald