placeholder
Annað

B36 og KÍ í evropeiska eldin í kvøld

KÍ, B36 og føroyskir dómarar umboða Føroyar í Evropa í kvøld.

Benjamin Heinesen og B36 skulu í kvøld royna at basa St Joseph's í Gundadali. Í fjør gjørdist B36 júst ov stuttir ímóti Nomme Kalju úr Estlandi
(Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

Benjamin Heinesen og B36 skulu í kvøld royna at basa St Joseph's í Gundadali. Í fjør gjørdist B36 júst ov stuttir ímóti Nomme Kalju úr Estlandi (Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

2018-06-28 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð tann seinasti dysturin í Betri-deildini hesumegin summarstegðin leiktir. Víkingur vann 3-1 á EB/Streymi í Sarpugerði, og er nú á triðja plássið

Les meira um dystin her: http://portal.fo/dagur-5429/vikingur-tekur-tridja-plassid-i-stedginum.grein

Júst Víkingur hevur staðið seg sera væl í evropeiskum fótbólti farnu árini. Føroyameistarin skal spæla í Champions League um tvær vikur.

Í kvøld eru tað KÍ og B36, ið skulu royna seg í Evropa League. Talan er um Preliminary Round, ið kemur áðrenn 1.undnaumfar, har NSÍ er. Tað eru lið frá smærri fótbóltstjóðium, ið hittast í hesum umfarinum.

B36 skal upp ímóti St Joseph's av Gibraltar, meðan KÍ dystast við Birkirkara av Malta; eitt lið sum B36 sló út í Champions League í 2006. Hetta er seinastu ferð, at B36 kom víðari í Evropa. Fyrstu ferð var árið fyri ímóti ÍBV í UEFA Cup, ið nú er Evropa League. Síðani hevur tað verið nær við nakrar ferðir hjá havnarfelagnum. Kí er ongantíð komið víðari í evropeiskum fótbólti. Besta løtan í Evropa hjá klaksvíkingum var 3-2 sigurin á Maccabi Haifa á Svangaskarði í 1995.

KÍ hevur seinastu dagarnar fyrireika seg á Malta. Klaksvíkingar hava allar mans tøkar, og spæla á The Centenary Sadium í Ta' Qali. Birkirkara endaði nummar fýra á Malta í fjør, og er favorittur at vinna dystin í morgin; tó ikki ein stórur favorittur. Ein heimasigur gevur pengarnar up ímóti tvær ferðir aftur. Ein sigur til KÍ gevur pengarnar umleið fýra ferðir aftur.

KÍ liggur í løtuni á 2.plássið í Betri-deildini við 35 stigum. Mett verður, at KÍ hevur ein rímiliga góðan møguleika at spæla seg víðari, og klaksvíkingar vilja tryggja sær eitt brúkiligt útgangsstøði, so uppgerðin er livandi til seinna dystin í Føroyum.

B36 er í kendum umstøðum og í favorittleiklutinum. Í løtuni er B36 á 4.plássið í landskappingini og hevur spælt seg í steypafinaluna. Mótstøðuliðið í kvøld er ikki so kent. St Joseph's endaði nummar trý í farna kappingarárið á Gibraltar. 

Nú er løtan, har B36 hevur góðan møguleika at koma víðari. B36 er tann næststørsti favoritturin í teimum sjey dystunum hetta umfarið. Ein sigur til havnarmennirnar gevur odds 1,60. Teir fara eftir sigrinum í Gundadali í kvøld, men vita at hóast favorittleiklutin, so verður tað trupult; serliga á Gibraltar um eina viku.   

Les upptaktirnar við venjararnir hjá B36 og KÍ, Jákup á Borg og Mikkjal K. Thomassen, her: 

https://dagur.fo/jakup-a-borg-malid-og-lykilin-er-at-faa-ein-sigur-i-morgin

https://dagur.fo/mikkjal-thomassen-skal-vera-liv-i-uppgerdini-eftir-hoskvoldid 

Tað eru ikki bert tvey føroysk lið, ið fáa seg roynd í Evropa í kvøld. Eisini ein dómarakvartett skal í eldin. Talan eru um Kára J. á Høvdanum, ið skal leiða dystin á Andorra sum dómari, Hjálpardómararnir Andrew Christianen og Jørleif Djurhuus, og so Eiler Rasmussen, sum er fjórði dómari. Føroyingarnir hava ábyrgd av dystinum í Andorra, har Engordany og Folgore hittast. Kári á Høvdanum gjørdist FIFA-dómari í november í fjør. Hann hevur dømt yvir 200 dystir í føroysku kappingunum.

Tað verður spennandi í kvøld, nú føroysku liðini og dómararnir fáa møguleika at vísa seg. Vit fylgja dystinum í Gundadali tætt, og eisini fylgja vit gongdini á Malta. Tann dysturin verður stoymdir; leinkjan verður løgd út á forsíðuna.

Evropa League Preliminary Round

kL.18.00: Birkirkara - KÍ

Kl.19.00: B36 - St Joseph's
 


(Kelda: Faroe Soccer) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder