Fótbóltur

B36 og Víkingur avgreiddu uppgávurnar væl

Hava framvegis fult stigatal eftir sigrar í kvøld. Liðið hjá Dan Brimsvík vann 4-1 á Skála - Víkingur avgjørdi eftir steðgin í Sarpugerði móti B68.

Poul Kallsberg økir her til 2-0 fyri Víking eftir frálíkt upplegg frá Aroni Jarnskor Ellingsgaard (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg økir her til 2-0 fyri Víking eftir frálíkt upplegg frá Aroni Jarnskor Ellingsgaard (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-01 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý umfør spæld og bæði B36 og Víkingur hava vunnið sær trý stig í øllum dystunum. Hetta er greitt eftir teir báðar seinnu dystirnar í dag, har feløgini greiddu sína uppgávu væl.

Fyrr dag vunnu KÍ og HB á heimavølli á ávíkavist NSÍ og ÍF - Les meira HER

B68 bjóðaði av í Sarpugerði í fyrra hálvleiki, har serliga ein møguleiki hjá Ragnari Samuelsen var stórur. Víkingur kundi tó eisini verið á odda - liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen lá javnan framvið, men málleyst var í steðginum.

Víkingur koyrdi á frá byrjan av í 2. hálvleiki, og eftir ein stóran brendan málmøguleika beint frammanundan brast fyri nev hjá Finni Justinussen í 53. minutti. Royni áleyparin var til reiðar, tá innskifti Bergur Gregersen legði væl innfyri úr vinstru.

Heimaliðið spældi ógvuliga væl, og í 67. minutti legði eyðsýndi Aron Jarnskor Ellingsgaard eina frálíka sending inn í B68-brotsteigin. Har var Poul Kallsberg komin uppá pláss, og ungi strandingurin sendi bóltin framvið Tórði Thomsen. 

2-0 og ov tung mótbrekka hjá Jákupi á Borg og hansara monnum. Fleiri ungir fingu víst seg væl fram í reyðum og svørtum, men veurligur spenningur kom ikki í dystin í Sarpugerði aftur. Ein uppiborin sigur til víkingarnar, sum hava skorað tvey mál í øllum trimum dystunum.

[object Object]

Mynd: portal.fo - meira á dystir.fo

B36 greiddi sína skyldu á Skála. Bjarki Nielsen legði útiliðið á odda í 28. minutti, og beint fyri og beint eftir steðgin avgjørdi útiliðið so at siga uppgerðina - danirnir Zean Dalügge og Marius Kryger Lindh skoraðu hvør sítt mál: 3-0.

Norski miðverjin Thomas Lillo fekk tó sítt seinna gula kort stutt seinni. Harvið var Skála í yvirtali leingi. Portugisiski áleyparin Carlos Ferreira fekk eisini sítt fyrsta mál í Betrideildini í 79. minutti, men í yvirtíðini fekk Skála reytt kort, og Gutti Dahl-Olsen sítt fyrsta mál fyri B36. Harvið endaði tað 1-4, og B36 er oddalið í Betrideildini eftir trý umfør.

[object Object]

Seinasti dysturin í 3. umfari verður spældur í Sørvági í morgin.

Betrideildin 3. umfar
KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)

Sí eisini: 
Páll Klettskarð: - Vit eru á einum góðum staði
Petur Knudsen: - Vit burdu vunnið hendan dystin
Myndir: KÍ - NSÍ

HB - ÍF 4-0 (1-0)

Víkingur - B68 2-0 (0-0)

Skála - B36 1-4 (0-2)

Í morgin, týsdagin 2. apríl
18.00: 07 Vestur - EB/Streymur

Støðan:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. NSÍ 3 stig
6. 07 Vestur 3 stig *
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig *
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder