Fótbóltur

B36 reisti seg og koppaði Víkingi

B36 hevur nú betri samband til liðini omanfyri - Víkingur er ógvuliga langt frá evropeisku plássini. Í dag spældu liðini ein undirhaldandi dyst á Tórsvølli.

B36 hevur nú skorað 43 mál í 14 dystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 hevur nú skorað 43 mál í 14 dystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-29 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36'arar kunnu halda restina av ólavsøkuni í góðum lagi. Hetta er greitt, eftir at árstalsfelagið fekk ein 4-2 sigur á Vìkingi í einum inntensum og undirhaldandi á Tórsvølli. Sum væntað skuldi heimaliðið arbeiða hart fyri tí, og B36 reisti seg, eftir at hava tapt oddadystin móti HB hóskvøldið og tvær ferðir í dystinum í dag, eftir at Vìkingur hevði lagt seg á odda.

Dysturin var lívligur frá byrjan, og í 12. minutti legði Sølvi Vatnhamar Víking á odda eftir eina umstilling – B36 hevði havt innkast langt uppi á vøllinum. Tað var Lukasz Cieslewicz, ið hevur eina langa fortíð í B36 og sum spældi væl í dag, ið spældi bóltin inn í brotsteigin, og Sølvi var ísakaldur, tá Eli Falkvard Nielsen ikki fekk takklað bóltin burtur. Heimaliðið skapti nógvar støður, og Vìkingur hótti í fleiri førum – so at siga hvørja ferð liðið kom á seinasta triðingin. Miðskeiðis í 23. minutti fekk B36 fríspark í vandamiklari støðu. Úr áleið 25 metrum, nakað til høgru, lá bólturin væl til Árna Frederiksberg, og vælleikandi høgri kanturin skeyt legði bóltin niður í longra málhornið. Gleðin var tó stokkut hjá teimum á heimaliðnum, tí í 25. Minutti vann Víkingur bóltin á miðjum vølli, Finnur Justinussen fekk bóltin til vinstru í brotsteigjnum, skotið var ikki tað allarbest, men Rói Mørk Hentze megnaði onkursvegna at koyra bóltin í málið ístaðin fyri at halda honum úti.

[object Object]
Árni Frederiksberg skorar til 1-1 við sera góðum frísparki...

[object Object]
Men Vìkingur kemur skjótt á odda aftur (Myndir: Jens Kr. Vang)

Hóskvøldið kom B36 ikki inn í dystin aftur, eftir at HB legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki. Í dag vísti liðið tó størri mentala styrki, og víkingarnir vóru eisini í nøkrum førum heldur ótryggir í verjuspælinum og uppsælinum, og Elias Fagrá kom illa út til nøkur innlegg. B36 spældi ágangandi, og beint fyri hálvleik fekk liðið eitt uppiborið mál til 2-2. Nú Benjamin Heinesen ikki var við, høgri bakkurin hevði leikbann, tóku Árni Frederiksberg og Sebastian Pingel sær av longu innkøstunum. Sonni Ragnar Nattestad vann nærdystin í samband við eitt frá Pingel og fekk prikað bóltin eitt lítið sindur útfrá til B36-toppskjúttan Michal Przybylski, ið var við aftur eftir skaða og á rætta staðnum í brotsteignum. Skotið hjá álopskenda miðvallaranum rakti líka eitt bein á vegnum og gjørdi tað truplari hjá Eliasi. Javnleikur, og týdningurin sum Michal hevur fyri B36 sást aftur.

Meinhard: - Vit reistu okkum
Jákup á Borg: - Skuldu vísa okkum fram á størsta degnum í árinum

Leikferðin í 1. hálvleiki var høg, og tað var nokkso nógv aftur og fram. B36 hevði tó eina yvirvág, og í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná, hóast tað tók eina løtu, áðrenn møguleikarnir og málini komu. Sebastian Pingel skapti trupulleikar fyri bakketuna hjá Víkingi, og beint eftir at ein tími varð leiktur vann áleyparin ein nærdyst og tók samstundis bóltin væl við sær. Danin tók innskifta Stefan Radosavljevic, ið fall sera væl inn í spælið hjá B36, við, og síðani fekk Árni Frederiksberg bóltin í høgru. Hann trekti eitt sindur inn, og so veit man hvat hendir. Tó stóðu Ari Olsen og Vukasin Tomic illa í mun til støðuna og fingu ikki handfarið Meinhard Egilsson Olsen, ið rann rætt og skoraði trygt, tá bólturin kom inn í brotsteigin. Víkingur fekk ikki reist seg, og nakrar minuttir seinni var tað Pingel, ið kom á máltalvuna. Hann slapp heldur lætt framvið Bergi Gregersen á kantinum av brotsteigarmarkinum í høgru, trekti nærri móti málinum, smekkaði til, og Elias fekk ikki hildið bóltinum úti. Tað byrjaði við, at Vìkingur misti bóltin høgt á vøllinum.

[object Object]
Lukasz spældi fyri fyrstu ferð í Gundadali móti B36 - her verður hann takklaður av Magnusi Holm Jacobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Sebastian Pingel var sera eyðsýndur - serliga í 2. hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var á ein hátt mønustingurin. Víkingur hevði ongan veruligan málmøguleika eftir steðgin – eitt beinleiðis fríspark frá Sølva í yvirtíðini sum fór beint framvið,  var tað tættasta. Tað manglaði broddur í álopsspælinum, og góðskan á innleggum o.a var ikki heilt nóg góð. B36 arbeiddi eisini hart og rætt, og verjuketan sá sera stinn út í 2. Hálvleiki. Nýggju bakkarnir, Bjarni Petersen á høgra og 18-ára gamli Andreas Thomsen, sum avloysti skadda Alex Mellemgaard, gjørdi tað væl -  serliga Bjarni ið er vendur aftur eftir leiguuppihald í EB/Streymi og skaða. Magnus Holm Jacobsen spældi allar 90 minuttirnar og arbeiddi sera væl á miðvøllinum – bæði uttan bólt og við at flyta hann. B36 fekk eftir eitt gott avrik trý týðandi stig, ið gera, at liðið er við aftur í oddastríðnum. Víkingur vísti ávísar dygdir, men ov nógv mistøk og ósketni kostaðu. Nú er vónin fyri at fáa eitt evropeiskt pláss ígjøgnum Betrideildina (topp-trý) so at siga heilt farin í Eysturkommunu, og so er tað steypakappingin, ið liðið hjá Eyðuni Klakstein hevur at dúga uppá.   

Sølvi: Nú er tað púra vekk

[object Object]
Andrias Eriksen kundi lyfta ólavsøkusteypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

13. umfar: 

Ólavsøkudag - 29.07
B36 - Víkingur 4-2 (2-2)
12' Sølvi Vatnhamar (Lukasz Cieslewicz) 0-1
23' Árni Frederiksberg 1-1
25' Finnur Justinussen 1-2
44' Michal Przybylski (Sonni Ragnar Nattestad) 2-2
62' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 3-2
69' Sebastian Pingel 4-2

 B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Bjarni Petersen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen (65' Hannes Agnarsson) - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen (57' Stefan Radosavljevic) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (75' Hugin Samuelsen), Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Bergur Gregersen (71' Bergur Gregersen) - Bogi Reinert Petersen (82' Geza David Turi), Gunnar Vatnhamar - Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (67' Andreas Lava Olsen) - Finnur Justinussen 

Støðan 

1. HB 37 stig (14 dystir) 
2. NSÍ 32 stig (14 dystir) 
3. KÍ 32 stig (14 dystir) 
4. B36 31 stig (13 dystir)  
5. Víkingur 20 stig (13 dystir) 
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir) 
8. TB 6 stig (13 dystir) 
9. AB 5 stig (14 dystir) 
10. Skála 1 stig (14 dystir)


Ólavsøkuaftan - 28.07
18.00: HB - TB 4-1 (0-0)
56' Daniel Johansen 1-0
62' Mikkel Dahl 2-0
64' Mikkel Dahl 3-0
72' Hilmar Leon Jakobsen 4-0
75' Ndende Adama Gueye 4-1

Myndir: HB - TB
HB setti tingini uppá pláss í 2. hálvleiki
Mikkel Dahl: Her er gott at vera
Jens Berthel Askou: Frustrerandi fyrri hálvleikur

27.07

NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic 0-1
60' Páll Klettskarð 0-2

Myndir: NSÍ - KÍ
KÍ var greitt omaná við Løkin
Páll Klettskarð: Mugu vinna hvønn dyst fyri at hanga í toppinum
Patrik Johannesen: Vísa vit eru har sum okur skulu vera
Tórður Thomsen: Rætta liðið sum vann

AB - ÍF 2-2  (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2

Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder