Tað hevur verið eitt sera spennandi oddastríð í Betrideildini hjá kvinnum í ár. KÍ, HB og felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 hava ligið tætt alt árið, men nú fimm umfør eru eftir, er spenningurin við at fara úr kappingini.
25 juli vann KÍ 3-2 á HB við Djúpumýru, og mikukvøldið vann KÍ 3-0 á ÍF/VÍK/B68 í Klaksvík, og í dag vann B36 óvæntað á HB. Tað var landsliðsleikarin Olga Kristina Hansen, ið tjúgu minuttir inn í 2. hálvleik skoraði einsamalla málið í dystinum. Harvið hevur HB níggju stig upp til KÍ, nú bæði liðini hava fýra dystir eftir.
Norskar kvinnur dømdu grannauppgerðina
Tað heldur merkisverda er, at B36 í byrjanini av kappingarárinum vann 2-1 á HB, men hevur síðani tapti stórt tvær ferðir ímóti grannunum: 1-6 og 0-10. Hesaferð reistist liðið hjá Súna Olsen, og B36 gjørdi harvið enda á meistaraheitsdreyminum hjá HB, ið leygardagin skal royna at vinna seg í steypafinaluna. Við sigrinum kemur B36 av aftasta plássinum. Tveir triðingar av stigunum eru komnir ímóti HB.
15. umfar, Betrideildin
Gundadalur, 11.08
B36 - HB 1-0 (0-0)
65' Olga Kristina Hansen 1-0
1. KÍ (28 stig) - 12 dystir
2. ÍF/Víkingur/B68 (24 stig) - 12 dystir
3. HB (19 stig) - 12 dystir
4. B36 (9 stig) - 12 dystir
5. EBS/Skála (7 stig) - 11 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald