Fótbóltur

B36 sett kós móti Viborg

- men tað er umvegis Oslo. Farið verður víðari til Viborg í morgin.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2022-07-31 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36-hópurin spældi ólavsøkuaftan í San Marino móti Tre Fiori og leikti javnt. Við 1-0 sigri í fyrra dystinum, tryggjaði B36 sær víðari luttøku í Conference League.

Og nú er hópurin longu farin á flog aftur. Leðin er ikki so lang hesaferð, tí mótstøðuliðið er Viborg FF, og spælt verður á Energi Viborg Arena mikudagin klokkan 18.

Men ferðast verður umvegis Oslo, og í morgin verður farið víðari til Viborg.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder