Fótbóltur

B36 setti grannarnar uppá pláss

Tað var at enda eingin ivi í U18-finaluni; genturnar hjá B36 vunnu stórsigur á grannunum.

2018-08-24 19:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði við at verða greiður munur á Tórsvølli í kvøld, tá B36 og HB hittust í U18-finaluni hjá gentum; tann fyrsta finalan hetta steypafinaluvikuskifti. B36 var greitt omaná, og vann heili 6-1 á grannunum.

Heilt fitt av fólki var møtt upp í kuldanum á Tórsvølli, og tað var lagt upp til eina spennandi finalu. Tað var B36, ið setti seg á dystin tíðliga. Tær á B36-liðnum vunnu teir flestu nærdystirnar, og søktu at málinum hjá HB. Tær svørtu og reyðu mentist tó, og fingu millum annað ein risa møguleika, tá Natasja Hammer gjørdist púra frí móti B36-málinum, men hon skeyt framvið.

B36 hevði nógv hornapørk í fyrra hálvleiki, og vælleikandi Emma Hansdóttir legði fleiri vandamikil horna inn í HB-brotstegin. Tá lítil hálvur tími var leiktur kom eitt horna inn í málteigin, og í aðru atløgu fekk miðvallarin Katrina Sjóvará prikað bóltin í málið.

Málið setti uppaftur meira lív í dystin, og stutt eftir málið hevði liðskiparin, Marjun Danielsen ein góðan møguleika, tá hon slapp ígjøgnum eftir gott spæl frá Emmu og eitt gott trekk inní brotsteigin. Men málverjin hjá HB, Maria Elsudóttir, bjargaði væl.

Ístaðin økti B36 beint eftir hálvleik. Liðini vóru so at siga júst komin aftur á vøllin, tá Jana Mittún breyt væl ígjøgnum í høgru. Skotið hjá henni varð bjargað, men bólturin datt út til Lív Rúnudóttir, ið trygt kundi seta bóltin í netið til 2-0. Fáir minuttir seinni lukkaði B36 dystin. Aftur var tað Jana, ið kom væl ígjøgnum, aftur hálvbjargaði Maria, og hesuferð endaði tað við at HB gjørdi sjálvmál, tá bólturin rakti ein HB-leikara, tá tað skuldi ruddast burtur.

Hetta var eitt hart slag fyri HB, og fimm minuttir seinni økti Emma Hansdóttir við góðum beinleiðis frísparki. Og fimm minuttir eftir hetta gjørdi Emma tað aftur; hesaferð úr meira spísum vinkli. 5-0 til B36 og tað líktist einari eyðmýking.

Grannarnir fingu tó svara skjótt aftur, tá Julia Helena Dal Henriksen varð feld í brotteiginum hjá B36. Ninna Hansen umsetti brotssparkið til mál. Luftin fór eitt sindur úr dystinum, hóast HB-genturnar royndu at stríðast fyri at koma inn í dystin aftur. Tá stórir tíggju minuttir vóru eftir fekk B36 tó økt. Marjun Danielsen varð send avstað, hon trekti framvið málverjanum og setti bóltin í eitt tømt net. Eitt uppiborið mál hjá B36-liðskiparanum, ið var hartarbeiðandi, spældi ein frálíkan dyst og varð vald til dagsins leikara. 

B36 setti harvið eina feita striku undir, at tær vóru betri í kvøld. Hóast HB var væl við í løtum í 1.hálvleiki, so sást ein munur. Nógvar á B36-liðnum hava nógvar dystir í Betri-deildini í ár, og kunna verða leikarar, ið vit koma at síggja nógv til komandi árini. Nakrar hjá HB hava eisini spælt javnan í fremstu deildini í ár, meðan onkrar ið hava aldur til U18, ikki vóru við í kvøld orsakað av finaluni í morgin.  

Hetta kann gerast fyrsta steypið av mongum hetta vikukifti hjá B36. Felagið er í øllum trimum ungdómsfinalunum í morgin umframt í finaluni um Løgmanssteypið.

Finalan um Mótasteypið – Gentur U18

24.08.2018 á Tórsvølli

B36- HB 5-0(1-0)

28.min: 1-0 Katrina Sjóvará
42.min: 2-0 Lív Rúnadóttir
46.min: 3-0 Sjálvmál
51.min: 4-0 Emma Hansdóttir
56.min: 5-0 Emma Hansdóttir
58.min: 5-1 Ninna Hansen(br.)
69.min: 6-1 Marjun Danielsen



B36(4-2-3-1): Babra Svabo Hansen – Jórun Justinussen, Bára Isaksen, Elsa Egholm, Vár Rajani Færø - Katrina Sjóvará, Marjun Danielsen(L), Jana Mittún, Lív Rúnadóttir, Bára S.Magnussen- Emma Hansdóttir

Inn frá bonkinum komu: Armgarð undir Leitinum, Hanna Lamhauge Jacobsen, Lý Askham og Gunnrið Poulsen

Venjarar: Jan Poulsen og Ingi Jacobsen
 

HB(4-3-3): Maria Elsudóttir - Brynhild Pálsdóttir, Emma Tormóðardóttir av Skarði, Julia Helena Dal Henriksen, Tinna av Skarði – Alda av Skarði(L) Sunniva Willemoe, Kristin Petra Højsted - Poula Andreasen, Natasja Hammer, Ninna Hansen

Inn frá bonkinum komu: Beinta Valborg Mohr Jensen, Anja Herálvsdóttir Jensen, Vár Dam og Irena Chin Niclassen

Venjari: Niels Petersen
Klokkan 20.00 er finalan hjá U21 á skránni, har HB og EB/Streymur hittast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder