Fótbóltur

B36 skal nú gera arbeiðið liðugt í longdu leiktíðini

Fleiri ferðir áður hevur felagið spælt seg víðari í longdari leiktíð og/ella brotssparkskapping, og nú hava Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski skorað.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-07-20 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki mál kom í Tallinn fyrstu 90 minuttirnar. Bjarki Nielsen hevði størstu møguleikarnar hjá B36 í vanligu leiktíðini, og burdi vongurin skorað eftir smaár tíggju minuttir.

Annars hevur verið talan um ein ógvuliga taktiskan dyst, men í longdu leiktíðini hevur B36 longu skorað tvær ferðir - í báðum førum eftir hornaspark. 

Innskifti Símun Sólheim hevur lagt væl inn fyri, og í 92. minutti var tað Eli Falkvard Nielsen, sum stútaði bóltin í málið, og tríggjar minuttir seinni var innskifti Michal Przybylski hægstur. Hann skoraði "sum vant" í Evropa, og B36 er á veg víðari í evropeiskari kapping fyri tíggjundu ferð.

Hósdagin 20. juli - Conference League
16.30: Paide Linnameeskond - B36 (0-2)
92' Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
95' Michal Przybylski (Símun Sòlheim) 0-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder