Bara ein dystur verður í morgin í landskappingini hjá monnum í fótbólti.
Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til sunnudagin 31. juli. Men nú er greitt, at báðir hesir dystirnir aftur eru fluttir.
Greitt hevur verið í nakrar dagar, at HB og Víkingur spæla ístaðin týsdagin 2. august klokkan 18, men í kvøld boðar B36 frá, at teirra heimadystur móti Skála í morgin eisini er úsettur.
Júst nær dysturin verður avgreiddur er ikki kunngjørd, men orsøkin er at B36-hópurin longu í morgin far av landinum í sambandi við Conference League-dystin móti Viborg mikudagin.
Sostatt verða tað bara KÍ og B68 sum spæla í Betri deildini í morgin. Dysturin byrjar klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald