Tveir teir fyrstu dystirnir í 5. umfari í Meistaradeildini hjá monnum vórðu spældir í gjárkvøldið.
KÍ livdi upp til leiklutin sum stórfavorittur, tá B68 vitjaði, og legði seg á odda í deildini. Tað endaði 6-1 við Djúpumýru.
Árni Frederiksberg var í hopla, Dávid Reynheim skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið, men kvøldið hjá KÍ og Patriki Johanesen gjørdist eisini keðiligt:
Nakað eftir at tvøramaðurin í KÍ hevði skorað til 1-0, fjórða málið í ár, noyddist hann av vølli. Sambært Norðlýsinum, hevur Patrik Johannesen slitið hælsinuna. Talan er um stóran smeit - landsliðsspælarin spælir ikki aftur í 2026.
![]()
Patrik Johannesen fær ikki gjørt mun fyri KÍ í FM-stríðnum ella í Evropa (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hoyr eisini: Dávid Reynheim fegnast um fyrsta kappingarmálið hjá KÍ
B36 er framvegis ósigrað, men kvøldið hjá árstalsfelagnum var ikki gott: Man megnaði ikki vinnna á heimavølli móti Skála, sum annars ikki hevði nakað stig áðrenn.
Tað endaði málleyst í Gundadali, har B36 vantaði hugflog í álopskenda spælinum.
Hoyr eisini :
Jákup Martin Joensen: - Tað var torført at bróta Skála niður
Pauli Poulsen: - Góð kensla at koma á stigatalvuna
![]()
Tríggir dystir klokkan 15 - FM1 sigur frá tveimum
Hinir tríggir dystirnir í umfarinum byrja klokkan 15 seinnapartin:
EB/Streymur - HB (FM1)
Víkingur - AB (FM1)
NSÍ - 07 Vestur
Vit siga frá í Streymnesi og í Sarpugerði og fylgja eisini gongdini við Løkin, har NSÍ kann leggja seg á odda í deildini.
Klokkan 19.30 verður tikið samanum umfarið í sendingini "3. hálvleikur"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald