Liðið til týðandi dystin móti Armenia er nú kunngjørt:
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - Hannes Agnarsson, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen - Jóan Símun Edmundsson
Hesir eru á bonkinum: Mattias Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Adrian Rúnason Jutinussen, Klæmint Andrasson Olsen
Hørður Askham er tann í hópinum, sum situr uttanfyri í dag. Miðverjin hevur verið so skaðadarvaður, at hann hevur ikki vant hesa vikuna.
Hetta merkir millum annað, at Adrian Justinussen framvegis ikki sleppur framat frá byrjan. Tað gera Hannes Agnarsson og Jann Benjaminsen úr B36 tó. Teir avloysa KÍ-spælararnar Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen í høgru síðu.
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki kunnu framvegis keypast her
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald