Fótbóltur

B36 styrkir seg við álopsspælara

19 ára gamli danin William Rygaard hevur skrivað undir við B36. Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi hetta kappingarárið.

Jákup á Borg, ítróttarstjóri í B36, og William Rygaard (Mynd: B36)

Jákup á Borg, ítróttarstjóri í B36, og William Rygaard (Mynd: B36)

2026-07-01 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

William Rygaard hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36.

19 ára gamli danski álopsspælarin hevur seinastu tvey árini verið sáttmálabundin í AGF.

- Hann er kraftmikil spælari við stórum menningarmøguleikanum, sum eisini er vanur at skjóta mál. Nú er hann komin til Føroya og B36 at taka næsta stigið á yrkisleiðini, skrivar B36.

William Rygaard er annar spælarin, sum er komin inn í besta manshópin hjá B36 í summarsteðginum. Herfyri vendi Pætur Petersen aftur til B36 úr Hillerød, meðan Torgeir Børven hevur takkað fyri seg. Í august fer Tobias Elmelund Hansen eisini av landinum í lestrarørindum, og hann fer sostatt ikki at spæla fyri B36 eftir summarsteðgin.

Avtalan millum B36 og Rygaard er í fyrsta umfari galdandi fyri hetta kappingarárið, sigur felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder