Fótbóltur

B36 styrkir seg við Lukas Giessing

23 ára gamli vongurin fer næstu tíðina at umboða B36.

Lukas G. Giessing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lukas G. Giessing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-28 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 hevur skrivað undir við 23 ára gamla Lukas Grenaa Giessing. Hesum boðar felagið frá.

Hann hevur spælt nógv í ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland. Í fjør spældi hann við NSÍ, men hevur ikki havt nakað felag síðani. Áður hevur Lukas Giessing eisini umboða HB og AB.

Lukas Giessing hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum, og hevur spælt heilar 18 U21-landsdystir.

B36 liggur nummar trý í landskappingini og skal spæla í Europa Conference League í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder