B36 hevði mestsum alt spælið í Gundadali í kvøld. Tre Fiori úr San Marino var á vitjan, og heimaliðið var frammanundan mett at vera favorittur.
Og B36 var eisini nógv betra liðið, men fekk ongantíð veruliga hol á. Magnus Egilsson brendi eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, og ikki fyrr enn í 83. minutti bragdaði.
Andrass Johansen var maðurin, sum skoraði einsamalla málið hjá B36.
Ein góður sigur hjá B36, sum helst vildi vunnið við fleiri málum so seinni dysturin millum liðini ikki nýtist at gerast so spennandi.
Returdysturin verður í San Marino ólavsøkuaftan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald