Sirena, stríðsvilji, frøi, bensin og fagrir finaludreymar. Tað angar sterkt við Stóra í kvøld, har fótbóltslagið er framúr, eftir at TB framdi eitt flott avrik móti Beteideildarliðið í stríðnum um at koma í steypafinaluna.
Liðið hjá Markus Thorberg hevur ikki tapt í tveir mánaðir og hevur nú vunnið seg nær einari steypafinalu. Ikki tí; nógv er eftir at fremja. 90 minuttir eru eftir í Gundadali. Men við tí andanum TB spælir í, og tí støðu B36 er í, veit man als einki við vissu eftir TB-sigur í kvøld - hóast ein deild er millum liðini, og stórur munur er á, hvussu stórar fíggjarligar íløgur eru gjørdar í hóparnar.
B36 byrjaði við nøkrum landsliðsspælarum, nøkrum útlendskum spælarum, tveimum ungum av “teirra egnu”, umframt monnum sum Hannes Agnarsson og Michal Przybylski, sum ikki hava spælt nógv í ár.
Teir megnaðu ikki at lata TB heilt upp, og menn sum Kryger Lindh og Dälugge vórðu settir inn í 2. hálvleiki. Teir fingu heldur ikki hol á imóti vælskipaðu “sebraunum”. Royndi Gilli Rólantsson Sørensen stýrdi verjuni væl og fekk góða hjálp av Ndende seint í dystinum.
Rundanum var góð blanding av royndum og ungum lokalu kreftum, sum arbeiddu 100 prosent og við hjartanum. Norðmaðurin Anders Tønnesen gjørdi sítt í málinum, nakað av hepni var við, og heilt seint í dystinum fekk TB gyltan møguleika at leggja seg á odda.
Heini Ziskason Viðoy dømdi brotsspark, og tað setti Nikolei Johannesen trygt í málið. 1-0 og stórur fagnaður við Stóra.
(Skíggjamynd: Tv.fo)
(Skíggjamynd: Tv.fo)
TB hevur sett seg í áhugaverda støðu undan seinnu hálvfinaluni um tríggjar vikur. B36 stríðist við at finna seg sjálvt. Seinastu tíggju dystirnar hevur liðið hjá Dan Brimsvík bert vunnið ein eftir vanliga leiktíð (EB/Streymur 1-0). Steypakappingin kann verða vegurin út í Evropa í ár, men B36 skal fyrst basa TB.
Seinna hálvfinalan millum B36 og TB verður í Gundadali 19. juni kl. 17:30.
Fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið
Við Stóra, mikudgin 29.05
TB - B36 1-0 (0-0)
90' Nikolei Johannesen 1-0 (brotsspark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald