Eins og í Champions League-dystinum í Klaksvík í gjár endaði tað 0-0, tá B36 tók móti Paide úr Estlandi í fyrsta umfarinum í Conference League í kvøld. Eins og í gjár sat ein við kensluna, at um nakað lið skuldi vunnið dystin, so burdi tað verið føroyska liðið.
B36 spældi seg til nakrar góðar støður - serliga fyri steðgin - men í seinna hálvleiki var tað serliga eftir deyðbóltar, at teir í hvítum vóru nær við. Miðverjarnir Isak Jönsson og Sonni Ragnar Nattestad høvdu bestu støðurnar, men inn vildi bólturin ikki.
B36 jagstraði dystin men fekk einki mál burturúr (Mynd: Sverri Egholm)
Útiliðið hevði ikki nógvar ætlarnir um at gera nakað serligt álopskent, og B36 fekk loyvi at stýra dystinum. Til tíðir manglaði tó spæl, hugflog og neyvleiki á seinasta triðinginum, og tað tykiskt sum Paide kom tað, sum komið var eftir.
Í B36-skýlinum og millum spælarar og venjarar irðaðu teir seg meira um, at man ikki megnaði at vinna og kenna sína vitjunartíð. B36 og Paide spæla seinna dystin um átta dagar í Estlandi.
Samrøður seinni
Conference League 1. umfar
Í kvøld, mikudagin 12. juli
B36 - Paide Limmaskond 0-0
B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Taufee Skandari, Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen - Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Bjarki Nielsen
Hesie komu inn: Aron Knudsen, Emil Weihe Joensen, Sìmun Sólheim, Benjamin Heinesen og Michal Przybylski
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald