Fótbóltur

B36 vann evropaplássið aftur

Við einum stríðsinnsatsi í seinna hálvleiki fór B36 avstað við øllum ímóti NSÍ, tá liðini leiktu í Hólmanum í dag. Í botninum er enn stórur spenningur um niðurflyting.

(Mynd: Bjarnamyndir / B36)

(Mynd: Bjarnamyndir / B36)

2022-08-28 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

20. umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt seinnapartin.

Í síðstu viku sá einki út hjá B36. Teir taptu móti EB/Streymi sum samstundis fór avstað við gylta fjórða plássinum, sum kemur atgongd til evropamilliónir næsta summar.

Aftaná dystin móti NSÍ í dag sær betri út. Liðini hittust í Hólmanum á Eiði, tí graslíkið við Løkin í Runavík verður skift út.

Runavíkingar løgdu seg annars á odda aftaná 16. minuttir. Í seinna hálvleiki fór at rigga hjá B36, og tíðliga í hálvleikinum vendi dystinum. Fyrst við máli frá Martin Agnarssyni í 48. minutti og síðani Rasmus Nissen tá knappur tími var leiktur.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og tað var til stóra frøi fyri teir hvítu.

Hetta eru liðini, sum í fjør kappaðust um fjórða evropaplássið, men sum í ár kappast í hvør sínum enda. B36 um evropaplássið og NSÍ sum stríðist fyri at halda sær í bestu deildini.

Í Norðragøtu kunnu skálamenn iðra seg um brendu málmøguleikarnar. Martin Klein Joensen legði heimaliðið á odda í 23. minutti, men løtu seinni fekk Skála brotsspark og kundi koma inn í dystin aftur. Uros Stojanov brendi henda frálíka møguleikan. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat økti Finnur Justinussen til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

HB er í góðum stima. Teir reyðu og svørtu jakstra Víking á øðrum plássið, og aftur í dag komu trý stig í hús. EB/Streymur var á vitjan í Gundadali og við teimum málum báðu megin steðgin vann HB 2-0.

Hjá KÍ er eingin slingur í valsinum. Tó so fingu argjamenn minkað um munin til 2-1 beint aftaná steðgin, men annars var stórur munur á liðunum. KÍ vann 4-1 og er enn sum áður á meistarakós.

Á Toftum var 07 Vestur á vitjan hjá B68. Bara eitt mál kom í dystinum, og tað kom eftir skjótálop. Jasper Van Der Heyden setti bóltin inn til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið. Úrslitið hevur við sær, at 07 Vestur vinnur seg upp á sætta plássið við 21 stigum, og við fýra stigum niður til niðurflytingarstrikuna.

Framvegis er sera stórur spenningur í botninum.

NSÍ - B36 1-2 (1-0)
16’ Mathias Nielsen 1-0
48’ Martin Agnarsson 1-1
59’ Rasmus Nissen 1-2

Víkingur - Skála 2-0 (1-0)
23’ Martin Klein Joensen 1-0
90’ Finnur Justinussen 2-0

HB - EB/Streymur 2-0 (1-0)
41’ Áki D. Samuelsen 1-0
57’ Pætur Petersen 2-0

KÍ - AB 4-1 (2-0)
5’ Jóannes Bjartalíð 1-0
33’ Jóannes Bjartalíð 2-0 (br.)
47’ Teitur Debess Olsen 2-1
63’ Jóannes Bjartalíð 3-1
90’ Jonn Johannesen 4-1

B68 - 07 Vestur (Byrjaðu kl. 16:00)
27' Jasper Van Der Heyden 0-1

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 55 stig*
2. Víkingur 49 stig
3. HB 43 stig
4. B36 29 stig*
5. EB/Streymur 27 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. NSÍ 19 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig

*Ein dyst færri

Framskundaður dystur

Evropafótbóltur í summar hevði við sær, at flytingar vóru gjørdar í dystarskránni. Ti spæla KÍ og B36 dystin í 27. umfari hósdagin 1. september klokkan 18.30.

21. umfar (Sunnudagin 4. september)

EB/Streymur - NSÍ
B36 - B68
Skála - KÍ
AB - HB
07 Vestur - Víkingur



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder