B36 fekk ógvuliga kærkomnan sigur í sólini í Gundadali seinnapartin, tá NSÍ vitjaði í fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Talan gjørdist um ein dramatiskan dyst, sum fyri Dan Brimsvík og hansara menn gjørdist óneyðuga langur og spennandi.
Tí heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum og tyktiskt at hava fult tamarhald á. Eftir 18 minuttir legði Jann Benjaminsen væl innfyri úr høgru, har Zean Peetz Dalügge gjørdi, sum ein áleypari skal gera: Hann rann rætt og stútaði bóltin væl í málið umvegis yvirleggjaran.
B36 hevði nakrar aðrar góðar støður og helt samstundis NSÍ frá nøkrum vandamiklum. Í yvirtíðini eydnaðist eisini at økja, tá Jann sendi hornaspark inn úr vinstru. Tað var hart og tætt at málinum, og har fekk Marius Kryger Lindh prikað bóltin í NSÍ-málið.
Fyrsta stóra korterið hevði B36 nakrar stórar møguleikar fyri at økja, men tað eydnaðist ikki ístaðin. Ístaðin kom NSÍ við: Langt innlegg frá James Drye sum B36 ikki fekk ruddað burtur, og so var Klæmint Andrasson Olsen til reiðar.
Klæmint Andrasson Olsen var tvífaldur málskjútti í Gundadali og tryggjaði NSÍ longda leiktíð - tað rakk tó ikki til hálvfinalupláss (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Herfrá var B36-verjan væl meira ótrygg,og dysturin opin. Bæði liðini høvdu møguleikar, men tað var ikki fyrrenn eftir 95 minuttir, at mál var aftur í Gundadali. B36 ruddaði í fyrstu atløgu eftir frísparksstøðu, men tá Aron Kundsen aftur legði innfyri, høvdu teir í hvítum gloymt alt um at dekka Klæmint. Tað er ikki eitt gott hugskot: Flott og eirindaleyst mál og stórur fagnaður í og frammanfyri HB-skýlið, sum NSÍ'arar í dag høvdu hertikið fyri at fáa sól eisini.
Sólin skein á NSÍ eina løtu, men ímóti endanum av fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini, vóru tað teir í gulum, sum gloymdu at dekka í samband við deyðbólt. Aftur gott innlegg frá Jann Benjaminsen (horna úr høgru), innskifti Gutti Dahl-Olsen snittaði ímóti málinum, og so var Marius Kryger Lindh, ið var eyðsýndur í dag, aftur til reiðar í málteignum.
NSÍ hevði annars verið betri í longdu leiktíðini til tá, og útiliðið hevði eisini onkrar heilt góðar støður í 2. hálvleiki. Tað eydnaðist tó ikki at javna aftur, og eitt heldur skinklandi B36-lið kundi fegnast. Tað er ikki eydnast at vunnið í teimum seinastu fimm Betrideildardystinum, men nú er liðið hjá Dan Brimsvík í hálvfinalunum í steypakappingini.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, hósdagin 9 mai
B36 - NSÍ 3-2 eftir longda leiktíð - 2-2 eftir vanliga leiktíð
19' Zean Peetz Dalügge (Jann Julin Benjaminsen) 1-0
45' Marius Kryger Lindh (Jann Julin Benjaminsen 2-0
54' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
90 (+6)' Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen) 2-2
104' Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olsen)
TB - B68 6-5 eftir brotssparkskapping - 1-1 eftir longda leiktíð
48' Hanus Højgaard 0-1
79' Nikolei Johannesen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 1-1
Brotssparkskapping:
Bartal Páll Klein 1-2
Nikolei Johannesen 2-2
Sebastian Lau Nielsen 2-3
Olivur René Thomsen 3-3
Anders Tønnesen bjargar
Anders Tønnesen 4-3
Ragnar Samuelsen 4-4
Einar Thorsteinsson 5-4
Áki Johannesen 4-4
Gilli Rólantsson Sørensen 5-4
Les eisini: TB varpaði B68 úr steypakappingini
16.00: EB/Streymur - HB (1-3)
Í gjár, mikudagin 8 mai
Víkingur - AB 3-0 eftir longda leiktíð (0-0)
100' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)
Les eisini: Víkingur vann seg víðari eftir longda leiktíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald