Fótbóltur

B36 vs. KÍ x3

Í øllum ungdómsfinalunum í morgin eru tað B36 og KÍ ið hittast, og lagt eru upp til nakrar spennandi finalur.

Í fjør taptu dreingirnir hjá KÍ finaluna um Blaðberasteypið. Í ár eru teir aftur, og eins og U15-liðini hjá KÍ, so er mótstøðan B36. 
(Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør taptu dreingirnir hjá KÍ finaluna um Blaðberasteypið. Í ár eru teir aftur, og eins og U15-liðini hjá KÍ, so er mótstøðan B36. (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-24 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini er tað komið fyri, at somu feløg hava hittst í fleiri aldursbólkum stóra finaluvikuskifti hjá FSF. Millum annað hava NSÍ og HB nøkur ár spælt í tveimum árgangum á dreingjasíðuni. Men tað er ikki komið fyri til eitt steypavikuskiftu, at tríggjar finalur á rað verða leiktar millum somu feløg. Í morgin spæla B36 og KÍ í øllum trimum ungdómsfinalunum.

Í kvøld eru tað U18 gentur og U21 dreingir, ið eru í eldinum Í morgin eru tað nakað yngirleikarar, ið skulu royna seg á Tórsvølli

Stutt um tær tríggar finalurnar:

U15 dreingir

Teir yngstu dreingirnir leggja út í morginárini. Um tað skal tosast um favorittar í hesum finalunum, so eru U15-dreingirnir helst tann greiðasti. KÍ er ósigrað oddalið í landskappingini, meðan B36 er á 6.plássið. KÍ vann greiðan 4-0 sigur, ta B36 var á vitjan á Noroyðastevnu.

Tó kann alt henda í einari finalu, og bæði liðini hava verið rímiliga sannførandi á vegnum til finaluna. Hetta er fyrsta steypafinalan, ið hesir dreingirnir leika.

Seinastu árini hevur HB verið einaráðandi í finaluni um Cadbury steypið. Tá hevur árgangurin borið navnið U14. HB hevur vunnið fimm ár á rað. Nú skal so ein nýggjur vinnari finnast. KÍ var í finaluni i 2015, og tapti 1-0 fyri HB.

U15 Gentur

Eins og hjá dreinginum so er árgangurin broyttir frá U14 til U15. Og eins og hjá dreinginum hittast KÍ og B36. Klakvíksgentur vunnu 1-0 í Gundadali seinast liðini hittust, so okkurt bendir á, at talan verður um eina tætta finalu.

Genturnar fáa seg royndar fyri fyrstu ferð í einari steypafinalu. KÍ vann 2-0 á NSÍ í einari hálvfinalu, meðan B36 vann 1-0 á TB í hinari.

Seinastu árini hava ymiskir vinnarar verið í finaluni um Eilif Arge steypið. B36 vann í 2014, og KÍ lyfti steypið í 2012 og 2013. U17: Tað er ein sera opin finala á pappírinum í morgin.

U17

Tað er tað eisini hjá U17, har KÍ og B36 dystast um Blaðberasteypið, og í hópunum eru nógvir landsliðsleikarar og leikarar við nógvum minuttum í vaksnamannafótbólti. Liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í ár; B36 2-1 í Gundadali og KÍ sigraði 4-1 við Djúpumýru.

Í hálvfinaluni basti KÍ sigursvanda HB-liðnum 3-2 í Klaksvik, meðan B36 vann 4-1 á Giza Hoyvík.

Í fjør var KÍ í finaluni um Blaðberasteypið, men tapti fyri HB. B36 tapti fyri NSÍ í 2015.


Leygardagurin 25. august:

Kl.09.15 Dreingir U15 / Cadbury steypið: B36 - KÍ
Kl.11.15 Gentur U15 / Eilif Arge steypið B36 - KÍ
Kl.13.15 Dreingir U17 / Blaðberasteypið B36 - KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder