Fótbóltur

B68 á veg í steypafinaluna

Liðið hjá Jákupi á Borg vann 3-0 á Eiði. Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og HB endaði 1-1. Seinnu hálvfinalurnar verða ikki spældar fyrrenn síðst í september.

B68 og fjeppararnir kunnu fegnast um at vera eitt stórt stig nærri steypafinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B68 og fjeppararnir kunnu fegnast um at vera eitt stórt stig nærri steypafinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-28 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar í kvøld.

Á Eiði gjørdi B68 bart og vann fyri fyrstu ferð í langa tíð. Liðið hjá Jákupi á Borg legði grundarlagið fyri finaluplássi við at vinna 3-0. Aidan Liu, Ragnar Samuelsen og ungi toftamðurin Hanus Højgaard syrgdu fyri málunum.

EB/Streymur skal nú veruliga venda tí, tá seinna hálvfinalan er - í september. B68 hevur ongantíð áður vunnið steypakappingina.

HB tapti í Sørvági í landskappingardysti sunnudagin, og harvið er FM-møguleikin aftur minkaður nakað. Hesa ferð byrjaði liðið hjá Jákup Martini Joensen betri. Dan í Soylu legði útiliðið á odda, tá eitt korter varð spælt, men stóri og stinni danski miðverjin hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær javnaði tíggju minuttir seinni eftir deyðbólt.

Harvið hevur HB helst lítlan fyrimun, hóast tað heldur ikki í kvøld eydnaðist at vinna í Sørvági, har vágamenn eru stinnir. Útiliðið spældi tó í undirtali í 35 minuttir, tá Ári Mohr Jónsson fekk reytt kort. Eisini í fjør spældi 07 Vestur javnt móti favoritti í fyrru steypahálvfinaluni.

Tað eru heili tríggir mánaðir til seinnu hálvfinalunar, og tað tykist heilt løgið - um ikki púra óskiljandi.

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmannsteypið

Mikudagin 28.06

EB/Streymur - B68 0-3 (0-1)
13' Aidan Liu 0-1
55' Ragnar Samuelsen 0-2
80' Hanus Højgaard 0-3

07 Vestur - HB 1-1 (1-1)
16' Dan í Soylu 0-1
25' Daniel Obbekjær 0-2
Reytt kort Ari Mohr Jónsson (56')

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder