Fótbóltur

B68 gjørdi bart í Gundadali

HB var á odda 2-0 og 3-2 men misti leiðslurnar, og liðini fingu eitt stig hvør. 07 Vestur fekk eina betri upptakt til hálvfinaluna mikudagin. Oddur Petersen skoraði tvær ferðir, og AB er framvegis niðast.

Aleksandur Ólavsson Jensen stútaði bóltin í HB-málið í 90. minutti. Málið til 3-3 kann fáa stóran týdning fyri serliga evropeiska stríðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aleksandur Ólavsson Jensen stútaði bóltin í HB-málið í 90. minutti. Málið til 3-3 kann fáa stóran týdning fyri serliga evropeiska stríðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-30 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í fjórðseinasta umfari í Betrideildini hjá monnum eru spældir í kvøld.

Í Sørvági var AB á vitjan. Gestirnir høvdu harðliga tørv á stigum men fingu einki. Sørvingurin Oddur í Haraldsstovu Petersen skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. 22-ára gamli álopskendi spælarin hevur nú skorað seks mál í ár, og 07 Vestur byggir á sítt søguliga høga stigatal. Samstundis er hetta góð upptakt til spennandi hálvfinaluna móti HB mikukvøldið.

Brian Jakobsen minkaði um munin í 2. hálvleiki, men AB er framvegis í stórum trupulleikum í botninum. Bert trý umfør eru nú eftir til at yvirhála bæði ÍF og TB, og KÍ er á skránni næsta sunnudag.

[object Object]
Adrian Justinussen var við í tveimum málum hjá HB. men hetta var ikki nóg mikið. Nú skulu nummar sjey og hinir hjá HB hugsavna seg um hálvfinaluna í steypakappingini móti 07 Vestur mikudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Gundadali legði heimaliðið út sum eitt óløgi. Eftir 20 minuttir var 2-0 til HB, og so sá út til, at liðið hjá Jákup Martini Joensen fór at leggja seg væl og virðiliga á 3. plássið. HB fór gamaní eitt stig frammum Víking í kvøld, men talan varð ikki um nøgdsemi í HB-leguni í kvøld.

Tveir fyrrverandi B36-spælarar stóðu fyri 1-2 málinum, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki sló Jørgen Nielsen til. HB fekk rist skelkin av sær í steðginum, og í 55. minutti skoraði Matthias Præst Nielsen til 3-2. Tað var tó B68-liðformaðurin, Aleksandur Jensen, ið fekk seinasta orðið í undirhaldandi dystinum. Horna frá Alex Mellemgaard, stútari og eitt stig til B68.

Stórbjarging frá Tórði Thomsen í 96. minutti staðfesti hetta. 3-3 og liðið hjá Jákupi á Borg hevur nú fingið stig bæði í Klaksvík og í Gundadali í seinastuni. Fíggjarliga sperda felagið hevur helst bjargað sær sætinum í Betrideildini og skal helst spæla steypafinalu 4. november.

Spurningurin er so, um HB skal tað. Tað er 1-1 eftir fyrru hálvfinaluna, og 07 Vestur vitjar til brak mikukvøldið 3. oktober. Teitur Matras Gestsson verjir helst ikki HB-málið tá. Hann noyddist út í 63. minutti í dag vegna lærið, sum hevur givið honum trupulleikar í ár. Víkingur kann yvirhála HB aftur í morgin - evropeiska plássið er langt frá tryggjað enn.

24. umfar

Í dag, leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

Sí uppstillingar og annað her

HB - B68 3-3 (2-2)
3' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Í morgin, sunnudagin 1. oktober
KÍ - ÍF 
TB - EB/Streymur
Víkingur - B36

Allir dystirnir byrja klokkan 15

Støðan:

1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 49 stig (24 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (23 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder