Fótbóltur

B68 gjørdi bart móti B36 í Gundadali

Marrubyrjan hjá Magna Hoseth. 1-1 móti einum av botnliðnum á heimavølli, og B36 hevur bert vunnið ein av teimum seinastu tíggju dystunum í Betrideildini.

Brian Jakobsen, her í Conference League-dysti fyri B36, skoraði flott útjavnandi mál móti sínum gamla felagi, ið ikki hevur vunnið í yvir ein mánaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen, her í Conference League-dysti fyri B36, skoraði flott útjavnandi mál móti sínum gamla felagi, ið ikki hevur vunnið í yvir ein mánaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-15 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjaraskifti og landsliðssteðgur hava verið, men ringa gongdin hjá B36 heldur fram. Nógvar íløgur eru gjørdar í hetta liðið, men tað seinastu tíggju vikurnar hevur tað verið ógvuliga tungt at vinna fótbóltsdystir. 

B36 hevur vunnið tríggjar av teimum 13 dystunum síðani greiða sigurin á Skála 1. apríl - móti Skála, EB/Streymi og NSÍ. Fjórðingsfinalan í steypkappingini móti NSÍ var eftir longda leiktíð, og um hugt verður eftir Betrideildini hevur B36 bert vunnið ein av teimum seinastu tíggju.

Hetta var 13. mai móti EB/Streymi (1-0). Síðani kom tap móti HB, og seinastu tríggir dystirnir eru endaðir við javnleiki: NSÍ, 07 Vestur og nú B68.

Hetta er ikki nóg gott fyri eitt felag sum B36, sum skal kappast longri uppi. Í løtuni er tað heldur ikki so, at fleiri lyklaspælarar eru skaddir  - langtíðarskaddi Andrass Johansen er undantakið.

Sjálvsagt skal Magne Hoseth hava tíð at seta síni fingramerki á - trupulleikin er bara, at steypahálvfinala er fýra dagar burturi, og evropeiskt pláss og evropeiskir dystir skulu á breddan. Í dag spældi liðið 4-2-3-1, og summir glottar vóru við millum annað tryggleika í uppbyggingsspælinum, og tað at B68 hevði fáar møguleikar. Seinastu tíðina hevur tað verið alt ov lætt at skorað ímóti B36. Tá samanumkom skaptu teir í hvítum og svørtum ov lítið av upplagdum møguleikum, í mun til leikligu yvirvágina.

Gott verjuavrik og flott mál tryggjaði B68 stigini

Einki skal takast frá B68, sum í dag framdi flott liðavrik. Teir í reyðum hugsavnaðu seg um verjuspælið, og tað sat sum heild væl. Ungu og lokalu Áki Johannesen og Aron Reinert Hansen vóru stinnir í miðverjuni, við Tórði Thomsen aftanfyri sær og liðformanninum Aleksanduri Jensen sum "skrellimanni" beint frammanfyri.

Aleksandur bjargaði vandamiklastu støðuni við takkling, tá tað var 1-1. Hetta var, tá Zean Dalügge hevði dribblað seg frían. Danski áleyparin skeyt ov seint, og tað varð horna og ikki mál - ella brotsspark sum B36 vildi hava.

Hinir arbeiddu eisini hart. Fremsti maðurin Brian Jakobsen var tann einasti, ið veruliga hótti. Í 57. minutti hevði Hannes Agnarsson, ið var eyðsýndur í løtum, lagt B36 á odda við hørðum stútara. Hetta var eftir gott innlegg úr høgru frá Jann Benjaminsen. Hol var komið á, men gleðin hjá heimafólkunum var stokkut.

[object Object]
1-1 í Gundadali er gott úrslit fyri liðið hjá Jákupi á Borg...(Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Magne Hoseth hevur fingið meira at hugsa um í kvøld. Higartil eitt stig í nýggja starvinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tríggjar minuttir seinni var tað Jóhann Hansson Joensen, sum legði hart og væl innfyri úr høgru, Brian kom framum Thomas Lillo og stýrdi bóltinum flott i longra málhorn. Ein fyrrverandi B36-spælari legði upp til ein fyrrverandi B36 spælara, og fyrrverandi B36-venjarin kundi fegnast um eitt flott stig.

B68 er eftir avrikið í kvøld ájavnt í stigum við EB/Streym, sum hevur betri málrúttøku og sum hevur KÍ á skránni í morgin. Nógv at hugsa um hjá Magna Hoseth og toymi. Álopskendar útskiftingar og nógv fólk á B68-hálvuni, men lítið kom burturúr seinastu løtuna. Málini skulu í øllum førum koma nú mikudagin, tá TB kemur á vitjan í seinnu steypahálvfinaluna. 1. deildarliðið er á odda 1-0 eftir fyrra dystin.

Víkingur vann stórt á Skála og hevur harvið tólv sigrar av 13 møguligum. Meira um tann dystin og FM-stríðið seinni - HB spælir í løtuni í Sørvági.

13. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 15.06

B36 - B68 1-1 (0-0)
57' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 1-0
60' Brian Jakobsen (Jóhann Hansson Joensen) 1-1

Sí meira her

Skála - Víkingur 0-4 (0-3)

Sí meira um dystin her

19.00: 07 Vestur - HB (0-2)

Í morgin, sunnudagin 16.06
15.00: EB/Streymur - KÍ

16.00: ÍF - NSÍ

Støðan í Betri deildini hjá monnum 
1. Víkingur 36 stig *
2. HB 33 stig 
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 17 stig *
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig * 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 7 stig * 
10. ÍF 3 stig 

* Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder