Brosspark, vend í dystinum, ein rúgva av nærdystum, gott spæl til tíðir, mistøk, flott mál, reyð kort, nógv drama, umframt stórur spenningur. Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streymi á Svangaskarði hevði so at siga alt.
Tað sá tó leingi út til, at B68 fór at koma trygt í finaluna um Løgmanssteypið. Mohmmed Samba økti til 4-0 samanlagt eftir gott mótálop, tá eitt korter var leikt, og støðan helt til steðgin.
Stórur B68-fagnaður eftir eitt korter, og sá út til at hava fult tamarhald á tí, sum fyrri hálvleikur líður (Mynd: Sverri Egholm)
Ein rúgva av nærdystum vóru á Toftum, og spælararnir løgdu nógv fyri (Mynd: Sverri Egholm)
B68 hevði tamarhald á uppgerðini tá, men útiliðið var greitt omaná eftir steðgin. Sigfríðiur Clementsen skifti til at hava tríggjar verjuspælarar og nærum tríggjar áleyparar, og hetta eydnaðist ógvuliga væl. EB/Streym kom ofta í yvirtal og fann pláss, og eftir at Filip Djordjevic í 53. minutti javnaði - eftir returbólt í samband við fríspark - tyktiskt B68 nervað.
Heimaliðið fekk ikki sítt trýst at rigga og fekk als ikki spæli at flóta. Nakrar góðar kontrastøður vóru, men hóast viðvind misti B68 eitt sindur pippið í eina góða løtu. Gutti Dahl-Olsen, ið veruliga kom til sín rætt í 2. hálvleiki, prikaði bóltin í B68 málið, tá eitt korter restaði í. EB/Streymur trýsti, men fekk afturslag í 80. minutti, tá Andras Olsen fekk sítt seinna gula kort fyri at fella innskifta Esmar Clementsen.
Liðformaðurin og miðverjin hevði mist bóltin í samband við fyrsta málið. Nú var EB/Streymur í undirtali, men tó við yvirlutan leikliga og sinnisliga, og í 85. minutti gjørdi Sebastian Lau Nielsen brotsspark. Benjamin Schubert bjargaði, men aftur var EB/Streymari á returbóltinum. Málið hjá Bergi Poulsen setti meira eld í, og nógv stóð á; á og uttanfyri vøllin. Fjáltur var á B68'arum.
Sigursrúsurin var tó stórur á Svangaskarði, tá samanumkom. Aron Reinert Hansen vann bóltin væl á miðjum vølli, sendi Villiam Emil Klein avstað, og rann sjálvur við. Villiam lyfti bóltin uppum EB/Streyma-málverjan og ungi lokali miðverjin var á rætta staðnum prikaði bóltin í málið. Ovurhonds stórur fagnaður á Reyða Pantaranum og øllum teimum spentu rundanum um.
Reyði Pantarin var ógvuliga væl við í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Tvey gul kort í dag og harvið reytt kort - tað seinna fekk Ragnar Samuelsen í yvirtíðini. Annars hevði hann havt leikbann í sjálvari finaluni fyri ov nógv gul kort (Mynd: Sverri Egholm)
Í yvirtíðini fekk Ragnar Samuelsen sítt seinna gula kort. Helst var tað ikki heilt av óvart - stinni miðvallarin hevði fingið gult kort í fyrru hálvfinaluni og fyrr í dystinum, men hevur nú leikbann í Betrideildini sunnudagin ístaðin fyri í finaluni, leygardagin 4. november.
Tá skal B68 stríðast við HB um steypið. Tað gjørdu teir úr Nes Kommunu eisini í 1995, sum er higartil einastu ferð, at besta manslið felagsins hevur spælt eina finalu. Í EB/Streymir irða teir seg eftir sterkt avrik eftir steðgin í kvøld - í B68-leguni kann man nú av álvara gleða seg.
Kappingin um Løgmanssteypið, seinna hálvfinalan
Í dag, mikudagin 25.10
B68 - EB/Streymur 2-3 (1-0) - 5-3 samanlagt
15' Mohammed Samba (Boubacar Dabo) 1-0
53' Filip Djordjevic (Gutti Dahl-Olsen) 1-1
76' Gutti Dahl-Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
85' Bergur Poulsen 1-3
90 (+2)' Aron Reinert Hansen (Villiam Emil Klein) 2-3
Reyð kort: Andras Olsen (80') og Ragnar Samuelsen (90 +3') - báðir seinna gula
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald