2026-08-24 17:48
B68 boðar í kvøld frá, at venjarin hjá besta mansliðnum er koyrdur til hús.
Felagið hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric.
B68 tapti í gjár botndystin móti Skála 1-0 og liggur á aftasta plássið í meistaradeildini við 15 stigum. Fimm stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, har Skála liggur á áttanda plássi við 20 stigum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald