Fótbóltur

B68 tryggjaði sær fult stigatal í Fuglafirði

Veruligur spenningur í niðurflytingarstríðnum.

(Mynd: Televarpið)

(Mynd: Televarpið)

2021-07-25 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toftamenn tryggjaðu sær trý týdningarmikil stig í Fuglafirði í dag í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Teir vunnu 1-0 á ÍF.

Málið kom tá 73 minuttir vóru leiktir, tá liðskiparin hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen, eftir eitt fríspark fekk ein leysan bólt í sekstanmetrinum, sum hann smekkaði í netið hjá ÍF.

Málið sæst hjá Televarpinum her

Sigurin hjá toftamonnum merkir, at teir koma upp á 9 stig, og at tað nú bara eru tvey stig upp til ÍF og 07 Vestur, sum liggja á áttanda oog sjeynda plássi í Betri deildini.

Sostatt má sigast at vera veruligur spenningur í niðurflytingarstríðnum.

B68 hevur næsta umfar møguleika at fara fram um bæði fuglfirðingar og vágame. Tí vinna toftamenn móti TB meðan ÍF og 07 Vestur tapa sínar tungu dystir móti ávikavist NSÍ og HB, kemur B68 upp á 12 stig, og ájavnt við EB/Streym á sjeynda plássi.

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dsytir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (15 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 9 stig (15 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder