Í dystinum móti B36 síðsta sunnudag leigaði B68 19 ára gmala Jóannes Eyðfinnson Davidsen úr EB/Streymi at verja málið, men nú ein varandi loysn funnin.
Bolt.fo skrivar, at B68-málverjarnir Rói M. Hentze og Terji Brynjarsson neyvan spæla aftur í ár, men nú hevur felagið fingið undantaksloyvi at fáa nýggjan málverja. Hetta kann gevast tá skaðar og annað raka á tí økinum.
B68 hevur skrivað unir við 25 ára gamla danan, Benjamin Schubert. Hann hevði fyrr í ár sáttmála við SønderjyskE, og hevur eisini drúgvar royndir úr triðbestu deildini í Danmark. Í 2019 og í 2020 spældi hann seks dystir í næstbestu deildini í Danmark.
Nýggi málverjin verður við tá B68 spælir móti EB/Streymi leygardagin.
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ 59 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 30 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 17 stig
10. Skála 8 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald