Fótbóltur

B68 vann seg upp á áttanda pláss

Við sigrinum í Trongisvági fara toftamenn framvið 07 Vestur og hava nú 12 stig.

Glað toftafólk í Trongisvági seinnapartin (Skíggjamynd: Televarpið)

Glað toftafólk í Trongisvági seinnapartin (Skíggjamynd: Televarpið)

2021-08-02 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B68 og teirra ágrýtnu áskoðarar, Reyði pantarin, fara nú saman glaðir norð aftur við Smyrli, og við trimum stigum í skjáttuni.

TB hevur beina kós móti niðurflyting eftir 1-0 tapið á heimavølli móti B68 í dag. Hinvegin kynda toftamenn av álvara upp til niðruflytingarstríð móti 07 Vestur, ÍF og EB/Streymur.

Við sigrinum í dag kemur B68 upp á 12 stig og liggur á einum deildum sjeynda plássi saman við ÍF. Fuglfirðingar, sum óvæntað leiktu javnt 1-1 móti NSÍ í gjár, hava kortini betri málmun.

Málið kom eftir fríspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, beint áðrenn liðini fóru til hálvleik. Steffan Abrahamsson Løkin vísti síni kynstur og setti bóltin beinleiðis í netið.

Ta eina málið var nokk, tí TB megnaði ikki at fáa bóltin í netmeskarnar aftanfyri Róa Mørk Hentze í B68 málinum. Enn ein góður sigur til toftamenn, sum hava havt frálíka úrtøku seinastu umførini.

Klokkan 19 teir báðir síðstu dystirnir seytjanda umfari í Betri deildini. Oddaliðið KÍ er á vitjan hjá EB/Streymi á Eiði og Víkingur tekur ímóti B36 í Norðragøtu.

TB - B68 0-1 (0-1)
Steffan Abrahamsson Løkin 0-1

ÍF - NSÍ 1-1 (1-1)
3’ Steinbjørn Olsen 1-0
6’ Jacob Trenskow 1-1

HB - 07 Vestur 5-0 (1-0)
16’ Stefan Radosavljevic 1-0
50’ Mikkel Dahl 2-0
62’ Áki Debes Samuelsen 3-0
78’ Adrian Rúnason Justinussen 4-0
90’ Adrian Rúnason Justinussen 5-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 34 stig (15 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. NSÍ 28 stig (17 dystir)
5. B36 27 stig (15 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (14 dystir)
7. ÍF 12 stig (16 dystir)
8. B68 12 stig (16 dystir)
9. 07 Vestur 11 stig (16 dystir)
10. TB 2 stig (15 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder