Fótbóltur

B71 fær ungan leikara heim

Kristian K. Hentze verður aftur at síggja í gulu troyggjuni.

Mynd: B71

Mynd: B71

2018-12-06 12:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

B71 kundi í gjár kunngera, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 18 ár gamla Kristian K. Hentze.

Sum liður í nýggja leistinum, ið framyvir skal mynda mansfótbóltin hjá B71, so hevur B71 styrkt seg munandi við yngri leikarum. Talan er enn útilokandi um leikarar, ið hava spælt størsta partin av lívið sínum við B71, men sum hava leitað sær ungdómsfótbólt aðrastðani ein yvirgang, skrivar felagið á heimasíðuni.

Felagið er serstakliga væl nøgt við at ungir leikarar leita sær aftur á slóðina, hóast tað førir nakrar avbjóðingar við sær, sum teir ikki høvdu møtt um teir valdu at halda á fram á meginøkinum, harímillum ferðingin aftur og fram.

Hinvegin, so hava teir støðugt givið útrykk fyri at teir vilja gera sítt til at B71 kemur á røttu kós aftur, tá tað kemur til mansfótbóltin, ið einaferð stóð sterkur, men sum tíverri er viknaður í hesi nýggju tíðini.

Kristian er triðji leikarin B71 hevur fingið heimaftur og stóð tað til felagið, so spældu allir sandoyingar í barndómsfelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder