Fótbóltur

B71 leigar U21-landsliðsspælara frá B68

Jónas Warner vendur - íhvussu er fyribils - aftur til barndómsfelagið.

Jónas Warner hevur spælt 16 dystir fyri B68 í ár. Arbeiði hansara ger, at hann í seinnu hálvu spælir við B71, sigur spælarin við bolt.fo (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas Warner hevur spælt 16 dystir fyri B68 í ár. Arbeiði hansara ger, at hann í seinnu hálvu spælir við B71, sigur spælarin við bolt.fo (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-13 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 er í niðurflytingarstríðnum í Betrideildini. Fyri stuttum varð greitt, at Boubacar Dabo er givin í felagnum, og áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, varð leikaraloyvið hjá Jónasi Warner fyribils flutt aftur til Sands.

Ungi sandingurin var profilur á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í serliga 2021 og 2022, tá B71 var nær við at flyta upp. Miðvallarin skifti í vetur til B68 í Betrideildini, og hann hevur spælt í næstan øllum dystunum hjá liðnum í ár.

Í seinnu hálvu fer 21-ára gamli Jónas Warner aftur at spæla í 1. deild við B71. Hetta váttaði felagið á Facebook-síðu sínari í gjár: 

- Jónas Warner er B71ari aftur í seinnu hálvu av 2023. Ungi heimasandsmaðurin hevur higartil í ár leikt við B68, men tað sum eftir er av kappingarárinum, er hann leigaður aftur til okkum og leikar tí í gulum og bláum næstu tíðina.

Tað eru serliga arbeiðumstøðurnar hjá Jónasi, ið liggja aftanfyri skifti. Hetta greiddi hann heimasíðuni bolt.fo frá í síðstu viku.

- Eg havi arbeitt á Strondum síðstu mánaðirnar og tí passaði tað væl til at spæla við B68. Men nú fari eg at arbeiða á Sandi og tað verður ov strævið at ferðast ímillum. 

B71 liggur nummar 7 í 1. deild við 18 stigum fyri 15 dystir og fær nú munagóðan styrk. Jónas Warner hevur eisini sáttmála við B68 í 2024. Hann var í U21-landsliðshópinum í síðsta mánaða.

Keldur: bolt.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder