2019-05-01 11:01
Tað verður ein fullsettur Tórsvøllur, sum tekur ímóti, tá Føroyar og Spania fara á vøllin í EM-undankappingardysti fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45. Men tað er eisini nógv, ið bendir á, at øll setur verða upptikin, tá Norra kemur á vitjan tríggjar dagar seinni.
Atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystin móti Norra byrjaði í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF týsmorgunin, og í løtuni eru umleið 2.900 atgongumerki seld, boðar heimasíðan hjá FSF frá.
Meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald