
Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong, hevur úttikið 10 leikarar til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum í summar.
Á seinasta oyggjaleikunum, sum vóru á Guernsey í 2023, vann føroyska badmintonlandsliðið metnógv heiðursmerki og skulu verja gullið, sum tey vunnu í liðkappingini.
Fyri tveimum árum síðani bleiv tað til trý gullheiðursmerki, tvey silvur og fýra bronsuheiðursmerki hjá føroyskum badminton.
Oyggjaleikirnir verða 12. til 18. juli í ár, og landsliðsvenjarin hevur úttikið hesi:
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald