Verandi føroyameistararnir í blandaðum tvímansleiki, Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen úr HBF vunnu í gjárkvøldið trygt sína hálvfinalu ímóti Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) og Árant á Mýruni (MBF) við settunum 21-11 og 21-14.
Hin hálvfinalan gjørdist ein spennandi trý-settari millum Wong og Brynhild Høgnadóttir Gravhøj ímóti Miu Thorkildshøj og Rúna Øster, har úrslitini gjørdust 21-17, 20-22 og 22-20. Í triðja settinum høvdu Rúni og Mia tríggjar matchbóltar, men allíkavæl endaðu Wong og Brynhild við at vinna sær sess í finaluni.
30 ára gamli Fai Yin Wong var sum yngri yrkisleikari í Malaysia, har hann taldist millum bestu 50 badmintonleikarar í heiminum í tvímansleiki. Síðstu fimm árini hevur Wong búleikast í Føroyum og er høvuðsvenjari hjá HBF. Brynhild hevur áður umboðað Føroyar á Oyggjarleikunum og vunnið FM í tvímansleiki saman við systrini Rannvá Carlsson.
Sostatt eru allir finalistarnir í badminton funnir til KONTRAST FM finalurnar, sum verða leiktar í Høllini á Hálsi í dag. Fyrsta finalan er tann í tvímansleiki hjá kvinnum, sum byrjar klokkan 10. KVF sjónvarpar beinleiðis frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.
Badmintonsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald