Oyggjaleikir 2019

Badminton: Føroyar lættliga í hálvfinaluni

Taptu bert ein av 15 dystum í bólkaspælinum í dag.

2019-07-07 22:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska landsliðið í badminton skal í morgin spæla hálvfinalu móti Guernsey í liðkappingini. Dysturin verður tíðliga í morginárið.

Bólkaspælið varð avgreitt í nýggju badmintonhøllini á Europa Point í dag. Føroyar vóru í bólki við Hetlandi, Gibraltar og Ynys Mon.

Móti Hetlandi vunnu vit 4-1. Føroyar taptu tvímansleikin hjá monnum. Allir dystirnir endaðu tvey settarar, altso 2-0 sigrar, og tey sum vunnu vóru Bartal Poulsen í einmamsleiki (21-3, 21-17), Adhya Nandi í einkvinnuleiki (21-17, 21-12), Ranvá Djurhuus Carlsson og Vunnva Jacobsen í tvíkvinnuleiki (21-12, 21-18) og Niclas H. Eysturoy og Rannvá D. Carlsen í blandaðum (21-8, 21-9)

Hinir báðir dystirnir vórðu vunnir 5-0.

Móti Ynys Mon vunnu Árana á Mýrini (21-19, 21-17), Gunnvá Jacobsen (21-5,21-5), Árant á Mýrini og Magnus Dal-Christiansen (21-5, 21-12), Lena Maria Joensen og Adhya Nandi (21-9, 21-10) og Jónas Djurhuus og Sissal Thomsen (21-4, 21-15)

Og móti Gibraltar vóru sigrarnir Magnus Dal-Christiansen (21-11, 21-15), Lena Maria Joensen (21-23, 21-7, 21-4), Niklas H. Eysturoy og Bartal Poulsen (21-8, 21-13), Lena Maria Joensen og Sissal Thomsen (21-10, 21-8), Niklas H. Eysturoy og Gunnvá Joensen (21-8, 21-13). 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder