Við einum spennandi tvey-settara vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum fjórðingsfinaluna í morgun 21-15, 21-14 á pari úr Estlandi.
Sostatt skulu tær spæla hálvfinalu í kvøld, og tær møta sterkum avstralskum pari, sum vunnu sína fjórðingsfinalu á fronskum pari, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Í blandaðum tvímansleiki møttu Miriam og grønlendski makkarin Maluk Tiger yvirvøldini í sterka malaysiska parinum, sum vann 21-12, 21-10. Men tey spældu tætt í byrjanini av hvørjum setti og kempaðu væl ímóti dugnaliga parinum.
Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir badmintonleikarar vinna heiðursmerkir í altjóða góðkendari kapping hjá Badminton World Federation.
Við at vinna sær pláss í hálvfinalu hava Miriam og Bjarnhild nevniliga tryggjað sær heiðursmerkjapláss. Vinna tær hálvfinalu sína í kvøld skulu tær spæla finaluna um gull og silvur í morgin, annars eiga tær bronsuplássini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald