Annað

Badminton: Miriam og Rúni móti Miu og Asbjørn

Tað verður sterka føroyska badmintonparið, Miriam í Grótinum og Rúni Øster, ið dagliga venja við KBK á Eysturbrúgv, sum leygardagin klokkan 11:20 skulu í finalu ímóti Miu Thorhildshøj og Asbjørn Heide Olsen úr Havnar Badmintonfelag..

2026-04-11 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Badmintonsamband Føroya: Fríggjakvøldið blivu síðstu finalistarnir til KONTRAST FM funnir. Tað hendi, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki í badminton blivu leiktir í Badmintonhøllini í Havn.

Tað verður sterka føroyska badmintonparið, Miriam í Grótinum og Rúni Øster, ið dagliga venja við KBK á Eysturbrúgv, sum leygardagin klokkan 11:20 skulu í finalu ímóti Miu Thorhildshøj og Asbjørn Heide Olsen úr Havnar Badmintonfelag.

Í hálvfinaluni vunnu Miriam og Rúni á Sannu Thorkildshøj og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen í tveimum settum, 21-17, 21-14. Í hini hálvfinaluni sigraðu Mia og Asbjørn á Birnu K. Jacobsen og Jafet Rasmussen.

Hóskvøldið blivu hinir finalistarnir í tvímansleiki funnir. Hjá vaksnu monnunum verða tað Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster, sum í finaluni møta Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini. Tað sigur eitt sindur um badmintonmenningina seinnu árini, at hesir fýra dagliga allir leikar í donskum badmintonfeløgum, har teir hava fast pláss til liðkappingar. Tann finalan verður leygarmorgunin klokkan 10:40.

Hjá kvinnunum verður tað Miriam í Grótinum og Birna K. Jacobsen, sum spæla ímóti tvíburðasystrunum Sanna og Mia Thorkildshøj. Finalan í tvímansleiki hjá kvinnum verður fyrsta badmintonfinalan í Kontrast FM leygarmorgunin klokkan 10.

Leygardag seinnapart frá klokkan 14 verður finalan í einmansleiki hjá kvinnum spæld, har Mia Thorkildshøj skal royna at vinna føroyameistaraheitið frá FM vinnaranum síðstu 4 árini, Miriam í Grótinum. Síðsta finalan í KONTRAST FM verður í einmansleiki hjá monnum, har Rúni Øster skal verja FM-heitið ímóti Christian Berg Petersen.

KONTRAST FM finalurnar verða leygardagin í Høllini á Hálsi, har FM finalurnar hjá judo og borðtennis eisini verða avgreiddar. Kringvarp Føroya vísir finalurnar seinnapartin í sjónvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder