Annað

Badmintonhópurin í U17 kappaðist í Herning

Hóast ongi heiðursmerki vórðu vunnin, var talan um nógvar javnar og mennandi dystir.

2026-03-17 19:30 Author image
Vørslan
placeholder

Um vikuskiftið hava 14 føroyskir U17 badmintonleikarar verið til kapping í Herning.

Tað er Herning badminton klub, sum skipar fyri kappingini á hvørjum ári, og luttakarar koma úr fleiri londum umframt Danmark.

Føroysku leikararnir luttóku í M, A og B bólkinum í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Spælt var í framúr góðu hølunum í Sportcenter Herning, har tað leygardagin vóru 35 vallir brúktir samstundis.

Hóast føroysku leikararnir ikki vunnu nakað heiðursmerki, so høvdu tey ein góðan og læruríkan túr, har tað blivu nógvir javnir dystir, onkur sigur og stór menning við at møta fremmandum sterkum leikarum á útivølli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder