Ein av kappingunum á oyggjaleikunum er liðkappingin, og hevur Føroyar fyrr staðið seg væl í hesari liðkappingini. Hetta er tí ein sera góður møguleiki hjá føroysku luttakarunum at royna seg í kapping í Danmark, áðrenn oyggjaleikirnir byrja. 
Luttikið verður við tveimum liðum - tilsamans er talan um 13 leikarar. 
Ein liðdystur til hesa kappingina er 8 dystir - 3 dystir í einmansleiki harrar, 1 dystur í einmansleiki kvinnur, 2 dystir í tvímansleiki harrar, 1 dystur í tvímansleiki kvinnur og 1 dystur í blandaðum tvímansleiki. 
Landsliðsvenjarin Sune Gavnholt er við í ferðalagnum, saman við ferðaleiðaranum Rikke Berg Larsen. Badmintonlandsliðið hava spælt sínar dystir leygardag og sunnudag.
![]()
Á landsliðnum eru hesir leikarar:
Fai Yin Wong 
Magnus Dal-Christiansen 
Árant á Mýrini 
Jónas Djurhuus 
Mia Thorkildshøj 
Miriam í Grótinum 
Christian Berg Petersen 
Asbjørn Heide Olsen 
Hákun Thorkildshøj 
Ari Isfeld 
Sanna Thorkildshøj 
Bjarnhild í Buð Justinusse
Badmintonsamband Føroya
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald