Fótbóltur

Bæði Klæmint og Jóan Símun frá byrjan

Gunnar Vatnhamar er fluttir fram á miðvøllin og spælt verður 4-4-2. Hanus Sørensen avloysir leikbannaða Gilla Rólantsson á høgra bakki.

Jóan Símun Edmundsson er ikki byrjaður ein fótbóltsdyst í nærum níggju mánaðir - í kvøld er hann annar áleyparin hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson er ikki byrjaður ein fótbóltsdyst í nærum níggju mánaðir - í kvøld er hann annar áleyparin hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-20 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjaratoymið hjá Føroyum hevur gjørt tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til dystin móti Kekkia leygarkvøldið.

Ein broyting er neyðug: Gilli Rólantsson fekk sítt annað gula kort í kappingini móti Kekkia og er harvið leikbannaður. Sum væntað avloysir Hanus Sørensen tvørmannin á høgra bakki. Hetta er fyrsti kappingardystur á A-landsliðnum frá byrjan hjá 22-ára gamla HB'aranum.

Jóannes Bjartalíð fór út í 58 og er nakað darvaður av einum snuddi. Petur Knudsen fór út samstundis. Hesir báðir byrja á bonkinum í dag, men væntast kann at teir koma inn.

Heini Vatnsdal og Odmar Færø manna miðverjuna - Gunnar Vatnhamar fer fram á sentrala miðvøllin, har hann fer at spæla saman Jákupi Biskopstø Andreasen. René Shaki Joensen, besti føroyingur yvir 90 minuttir leygardagin, og 36-ára gamli Sølvi Vatnhamar byrja á hvør sínum vongi.

Jóan Símun Edmundsson kom leygardagin inn til sín fyrsta kappingardyst yvirhøvur síðani sigurin á Turkalandi. Tá bryjaði toftamaðurin inni og skoraði - í dag byrjar hann inni saman við Klæminti Andrasson Olsen. Rituvíkingurin hevur spælt yrkisfótbólt seinastu mánaðirnar, men metmálksjúttin spældi ikki ein minutt móti Kekkia. Spennandi verður um teir báðir veruliga kunnu trýsta albansku verjuna - teir hava ymiskar dygdir.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen

Hesaferð er Brandur Hendriksson Olsen á bonkinum.

Á bonkinum: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Brandur Olsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Hannes Agnarsson og Jóannes Bjartalíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder