Fótbóltur

Bagge aftur á Argjum

Sámal Erik Hentze skal venja besta mansliðið hjá AB, sum næsta ár spælir í fremstu deildini.

Sámal Erik Hentze er kendur á Argjum (Mynd: AB)

Sámal Erik Hentze er kendur á Argjum (Mynd: AB)

2021-12-07 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður við Sámal Erik Hentze - eisini nevndur Bagge - við róðrið, at argjamenn í næsta ár fara at spæla í Betri deildini hjá monnum.

Hesum boðar Argja Bóltfelag frá í dag. Partarnir hava skrivað undir ein trý ára sáttmála.

- Sámal Erik Hentze er eitt kent navn í AB. Hetta er fjórða ferðin, at hann byrjar í sessinum sum venjari hjá okkara besta mansliði. Í 2002 flutti hann besta mansliðið upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni, í 2012 flutti hann liðið upp í bestu deildina, og bæði í 2013 og 2015 eydnaðist tað honum at venda skútuni og tryggja sætið í bestu deildini, tá tað annars líktist greiðum niðurflytingum.

- Tað er tó eisini hjá øðrum feløgum, at Sámal Erik Hentze hevur prógvað seg sum ein av Føroya bestu venjarum, tí hann hevur heili fýra føroyameistaraheiti at vísa á. Í 2009 vann hann FM við HB, í 2014 við B36 og í 2016 og 2017 við Víkingi, skrivar AB á heimasíðuni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og sáttmálin er galdandi til í summar tá hendan undankappingin endar.

- Harvið fer hann at hava ábyrgd av fýra landsdystum afturat venjarastarvinum hjá AB, sigur felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder