Fótbóltur

Bah er nú B71'ari

22-ára gamli áleyparin kemur úr Maryland í USA, og skal hann helst verða ein marra hjá mótstøðuleikarum at dekka.

Karl Vidtfeldt og  Sulahmana Mamadu Bah (Mynd: B71)

Karl Vidtfeldt og Sulahmana Mamadu Bah (Mynd: B71)

2023-07-21 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrra hálva var ikki so frálík, sum vit høvdu vónað, og tað var eyðsæð at nakrar broytingar máttu gerast, fyri at vit í seinnu hálvu kunnu gagnnýta tær dygdir, ið vit vita eru til staðar í hópinum.

Nakrir leikarar eru lagdir afturat, meðan vit vóru noydd at siga farvæl við aðrar.
Ein av teimum nýggju eitur Sulahmana Mamadu Bah ella bara "Bah", sum hann verður nevndur.

Bah er ein kvikur og sterkur áleypari, ið vit vóna verður ein marra hjá mótstøðuleikarum okkara at dekka. Hann er 22 ára gamal og føddur og uppvaksin í Maryland í USA, men komandi tíðina verður hann so búsitandi í Sandoynni og skal royna at hjálpa okkum á rætta kós.

B71 er í løtuni á 7. plássi í 1. deild.

B71


Les eisini: B71 leigar U21-landsliðsspaelara frá B68
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder