Fótbóltur

Baltic Cup byrjar fyrrapartin

Føroysku U15-genturnar leggja út móti litavisku vertunum klokkan 10. Leinkja til stroyming her.

Føroysku genturnar í Litava (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Føroysku genturnar í Litava (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2023-08-23 06:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U15 genturnar komu mánadagin til Litava, og í morgun leggja tær til brots í Baltic Cup, sum Føroyar eru bjóðaðar við til.

Fyrsti dysturin byrjar klokkan 10 í dag, og tað er við litavisku vertunum sum mótstøðulið.

Dysturin kann stroymast her.

Hetta var hópurin, ið varð tikin út fyrst í juli: 
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Hellisdal, B36
Sirið Láberg Petersen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Højsted, B71
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Sunnvá Skipanes, NSÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Bianca Rose Andreasen, Víkingur

Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.

Føroyar spæla eisini fríggjadagin - móti Estlandi - og sunnudagin móti Lettlandi.

Kelda: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder