Annað

BankNordik høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini

BankNordik og Eydnudeildin hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við serligum avbjóðingum og familjum teirra.

2022-04-14 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eydnudeildin er partur av donsku Lykkeliga, og hevur í dag verið í Føroyum í fýra ár.

Í páskavikuni varð skipað fyri EydnuCup, sum var hin fyrsta av sínum slag í Føroyum. Undirtøkan var góð, og umleið 400 fólk úr Føroyum og Danmark luttóku á hondbóltsstevnuni, siga Eydnudeildin og BankNordik í tíðindaskrivi.

– Venjingarnar eru hæddarpunktið í vikuni hjá nógvum av børnunum, og tey ganga høgt uppí at møta upp hvørjaferð. Eydnudeildin snýr seg um at skapa smíl, látur og góðar upplivingar hjá børnunum gjøgnum hondbólt og felagsskap, og at geva foreldrunum eitt avbrot frá gerandisdegnum. Tí er tað ómetaliga gott við stuðlum sum BankNordik, sum stuðla undir hetta arbeiðið, sigur Morten Hust Petersen, samskipari hjá Eydnudeildini.

Í BankNordik siga tey seg eisini vera sera fegin um at kunna stuðla einum so góðum átaki, ið ger eitt megnararbeiði fyri at geva børnum og ungum góðar upplivingar og ein gevandi felagsskap.

– Vit vóna, at vit sum høvuðsstuðul kunnu vera við til betra umstøðurnar hjá Eydnudeildini til framhaldandi at menna felagsskapin til gagns børn og familjur, sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.

Í sambandi við at avtalan varð undirskrivað, skipaði BankNordik fyri stjørnuveitslu fyri leikarunum í Eydnudeildini. Veitslan byrjaði við, at leikararnir komu til bankan á Oknarvegi í limusinubussi við Jákupi á Borg sum bilførara. Reyða langmáttan var rullað út, og pyntað var við ballónum í alskyns litum. Eftir at avtalan var undirskrivað, varð hugnað við sodavatn og køku, og børn og foreldur vóru sera væl nøgd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder